Í einum kjallarakontóri í Hvannasundi sita teir báðir menninir, sum júst hava keypt tíðindaportalin, portal.fo. Talan eru um 32 ára gamla Nikláa Nysted og 34 ára gamla Jón Nysted, ið eru beiggjar og starvsfelagar.
- Vit sóu, at hann var til sølu, og prátaðu nógv um, hvussu spennandi tað var, hvør nú mundi fara at keypa hann, sigur Jón, og Niklái heldur fram:
- So fóru vit at hugsa, at um vit nú keyptu portalin, so var tað ein smart íløga. Við portalinum fáa vit eina størri slagkraft við teimum skipaninum, vit longu hava ment. Eitt nú okkara lýsingaskipan, greiðir Niklái frá.
Seinastu ellivu árini hava teir rikið fyritøkuna Knassar og hava ment telduskipanir og gjørt heimasíður fyri fyritøkur. Men sum lítil fyritøka á einum stórum marknaði hevur tað ikki verið heilt lætt.
- Trupulleikin hevur ofta verið, at vit hava gjørt tænastur, og so eru tær blivnar kopieraðar av øðrum, ið eru størri enn vit. Tá vit nú fara at gera tænastur, fara onnur ikki avstað við tí, sigur Jón.
Høvuðsorsøkin til keypið av tíðindaportalinum, sum er ein av Føroya mest vitjaðu síðum, er, at hann skapar góða inntøku. Og hetta kann verða við til at hjálpa knassunum báðum út í heim.
- Við portalinum kunnu vit fáa eitt so mikið stórt inntøkugrundarlag, at vit kunnu fara út í heim at menna útlendskar tíðindaportalar og lýsingaskipanir. Tað hevur altíð verið okkara ultimativa mál, sigur Niklái.
Forritaðu á pappír
Áhugan fyri teldum, heimasíðum og menning av telduforritum hava beiggjarnir úr Hvannasundi havt frá heilt ungum árum.
- Eg haldi, at áhugin stavar frá, tá vit fyrstu ferð sóu eina teldu. Vit fóru á bókasavnið og læntu haðani bøkur um teldur og internetið, fortelur Jón.
- Eg minnist eisini væl, at vit keyptu okkum skrivihefti, sum mann plagdi at brúka í skúlanum, og so forritaðu vit í tey pappírini. Tá vit so vóru eini 10-12 ár, fingu vit teldu heima, og tá fóru vit alt fyri eitt í gongd við at forrita, sigur Niklái.
Í 2000 stovnaðu teir sína fyrstu fyritøku, Nyzac, har teir gjørdu lýsingar og onkrar heimasíður. Eisini fingust teir eitt skifti við sølu av teldum umvegis netið.
- Tað riggaði ikki so væl, men í 2003 skiftu vit navn til Knassar, og eftirhondini hava vit gjørt fleiri enn 600 heimasíður við okkara heimasíðuskipan, og harafturat er lýsingaskipanin, vit hava ment, blivin ein stórur lýsingamiðil, sigur Jón.
Starvsfelagar og beiggjar
Báðir halda teir, at tað riggar væl at arbeiða saman og eisini vera beiggjar.
- Eg haldi, at vit brenna líka nógv fyri tí hesum arbeiðinum. Nú hava vit eftirhondini eisini arbeitt saman í nógv ár og hava fleiri ferðir samstarvað um ymsar stórar verkætlanir, so vit kenna hvønn annan ógvuliga væl, greiðir Niklái frá, og Jón leggur afturat:
- Hóast vit eru ólíkir, so nýtast vit sjáldan at kjakast um tingini, tá onkur avger skal takast í arbeiðinum. Tí har hugsa vit rættiliga eins, sigur Jón og vísir samstundis á, at ofta hoyrir mann at fólk, sum er í familju og arbeiða saman, blíva ósamd, og hvussu keðiligt tað er fyri alla familjuna, men tað hevur ongantíð verið ein trupulleiki hjá teimum.
- Mamma hevur onkuntíð sagt, at hon vónar, at vit ein dag kunnu eta døgurða saman uttan at tosa um teldur, heimasíður og fyritøkuna, men eg veit ikki, fyri okkum er tað bara natúrligt at tosa um hasi tingini, tá vit møtast, siga teir báðir við ein munn og flenna.
Vilja samstarva við fleiri
Um mánaðarskiftið yvirtaka Knassar portalin, men í fyrstu atløgu fer hetta ikki at merkjast stórvegis fyri tey fólkini, sum dagliga klikkja seg á portal.fo.
- Fyrst og fremst skulu vit tryggja, at brúkarin fær tað sama burturúr síðuni. Eg vænti ikki, at brúkarin ta fyrstu tíðina kemur at merkja, at vit nú eiga portalin, greiðir Jón frá.
Enn er ikki heilt greitt, hvussu portalurin fer at verða, tá ein tíð er fráliðin, og hóast teir báðir beiggjarnir ikki vilja siga so nógv um ætlanirnar, vísa teir tó á, at tíðindi skulu hava hægstu raðfesting á portalinum.
- Størri fokus skal á tíðindi, og tíðindi skulu koma út so títt sum gjørligt. Harafturat er ætlanin, at vit eisini kunnu hava longri greinar, har farið verður í djúpdina við onkrum ávísum evni, sigur Niklái.
Spurdir, hvør skal framleiða tilfarið til portalin, vilja teir ikki avdúka serliga nógv.
- Í løtuni eru vit í samráðingum við fleiri partar um møguligt samstarv. Kanska fleiri miðlar koma at selja okkurt tilfar til portalin, og fólk, sum arbeiða freelance, kunnu skriva greinar og so framvegis. Vit hava nógvar ymiskar loysnir, so nú skulu vit bara velja rættasta mátan at reka portalin, sigur Jón.
Hóast teir eru tveir ungir teldusnillingar fer portalurin ikki at blíva ein hypermodernað heimasíða, sum teir sjálvir taka til.
- Fólk skulu ikki vænta at fáa ein hypermodernaðan portal við eini rúgvu av animasjónum og slíkum. Øll skulu kenna seg trygg á síðuni og skulu lættliga finna runt á síðuni. Men portalurin skal - sum tíðin gongur - kunna meir og fevna um meir, enn hann ger í dag.
Vilja víðka um virksemið
Teir báðir Hvannasundsmenninir dylja á ongan hátt fyri, at portalurin skal hjálpa teimum at eisini fáa arbeiði uttanlands.
- Tað er eingin loyna, at vit vilja ógvuliga gjarna víðka okkara virksemi, soleiðis at vit eisini koma at menna útlendskar tíðindaportalar, lýsingaskipanir og heimasíður, fortelur Jón.
- Tú kanst siga, at vit brúka portalin sum eina roynd, tí portalurin er ein stórur flati at royna okkara skipanir og síggja, hvat riggar, og hvat riggar minni væl og skal tillagast, sigur Niklái.
Teir ivast ikki í, at portalurin er ein góð íløgu, sum kann kasta fitt av peningi av sær.
- Vit ætla at brúka pengarnar, sum portalurin gevur, til at menna okkara skipanir og koma út í heim við teimum. Tað er jú málið, siga teir.