Eftir øllum at døma er bjargingarætlanin hjá Sp/F Knassum eydnast. Í oktobur í fjør skrivaði Sosialurin, at roknskapurin hjá Sp/F Knassar vísti eitt hall á hálvaaðru millión og at eginognin væntandi fór at vera 1,2 milliónir í halli við árslok.
Grannskoðari felagsins mælti tá aðalfundinum til ikki at góðkenna roknskapin og metti, at rættast var at koyra felagið á húsagang.
Leiðsla felagsins var ikki samd í hesum og greiddi frá, at arbeitt var við at finna nýggjar íleggjarar til felagið, og tað tykist at hava eydnast.
Millum seinastu broytingarnar í partafelagsskránni stendur at lesa, at partapeningurin í Sp/F Knassum er hækkaður við 120.000 krónum upp í 480.000 krónur. Hetta er gjørt til kurs 845,83, sum svarar til eina góða millión tilsamans. Harumframt er Ingvør Dalbø úr Norðragøtu innkomin í nevndina, sum nú telur fýra fólk.
Felagið Føroysk Miðlafólk váttaði í oktobur fyri Sosialinum, at Sp/F Knassar skyldaði teirra limum fleiri hundrað túsund krónur í løn.
Sí broytingarnar í vinnuskránni BL.FO í viku 52/ 53 2015 her











