Knassar gera skotska heimasíðu

Right4EU er ein skotsk fyritøka, ið selur kostískoyti í næstan øllum Europa.

Fyritøkan hevur havt heimasíðu í fleiri ár, og varð komin til tað niðurstøðu, at ein nýggj loysn varð neyðug. Right4EU valdi at gera samstarv við føroysku fyritøkuna Knassar, og nú er nýggja loysnin almenn. Frá Knassar siga tey, at uppgávan var spennandi og lærurík. - Right4EU er okkara fyrsti kundi í Skotlandi, og tað frøir okkum, at tey longu hava givið okkum enn fleiri uppgávur, sigur Rúni Petersen, sølustjóri á Knassar.