Síðan fiskimálaráðharrin var í fjølmiðlunum og segði, at hann fór at royna at fáa sum mest úr okkara rættindum og umhugsaði at skriva út nýggj rækjuloyvi, eru knapt 20 umsóknir um at sleppa at fiska rækjur komnar í Fiskimálastýrið.
Tað er á nøkrum leiðum, eitt nú við Svalbard, at rækjuskipini ikki fiska alt dagatalið og tí umhugsaði fiskimálaráðharrin at útskriva nøkur loyvi aftrat. Tal er ikki sett á, hvussu nógv loyvi talan er um.
Tilsøgnir
Fiskimálastýrið hevur givið tilsøgnir um loyvi at fiska í eitt ár, men hetta hevur ikki verið besta loysnin, tí áhugin er ikki fyri slíkum og fíggingarstovnarnir hava ongan hug at verða við í prosjektum í eitt ár.
Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri sigur, at vit hava mist fleiri hundrað milliónir, tí vit hava ikki brúkt hesar tilsøgnir og tí er tað vit umhugsa at geva fleiri varandi loyvir.
? Tað er nógv við at henda innan hesa vinnu nú, sigur Jørgen Niclasen, og vit skulu fult nýta okkara rættindi, men tað er sera umráðandi at undirstrika, at vit umhugsa framvegis at geva fleiri rækjuloyvir og eg veit ikki, henda umhugsunartíð er umliðin.
? Nógvir spurningar skulu greiðast, áðrenn loyvini verða givin, leggur fiskimálaráðhaarin aftrat.