Knappliga sveik gróðurin

Havstovan sigur, at hóast vit eru í bestu árstíð til gróður, er sera lítið av plantuæti á landgrunninum í løtuni.

Gróðurkanningarnar hjá Havstovuni eru lutfalsliga nýggjar, men tær hava kortini givið ábendingar um, at samband er millum gróður, tilgongd og vøkstur hjá eitt nú toski og hýsu.

Havstovan hevur síðan 1997 regluliga mátað nøgdirnar av plantuæti á landgrunninum um várið og um summarið.

- Gróðurin er umvegis nøkur lið í føðiketunum óbeinleiðis føðigrundarlag hjá bæði fiski og sjófugli, sigur stovnurin.

Lagt verður aftrat, at í vár kom gróðurin sum vanligt, men um hálvan mai minkaði nøgdin av plantuæti knappliga og er nú tann minsta, sum Havstovan hevur staðfest við sínum mátingum, síðan tær byrjaðu í 1997.

- Í hvønn mun hetta ávirkar annað lív á landgrunninum, fáa vit fyrstu ábendingina um, tá Magnus Heinason hevur gjørt yngul- og ætikanningar seinni í hesum mánaðinum, sigur Havstovan.