Knappliga fer dreymurin upp í royk

- So stutt og skjótt er millum viðgongd og mótgongd, sigur fyrrverandi løgtingslimur, sum var saman við monnum hjá Varðanum Pelagic mikudagin.

- So stutt og skjótt er millum viðgongd og mótgongd. Nú mikudagin var eg saman við manning av skipunum hjá Varðanum í Gøtu. Hesir valdu at samlast í Skálavík, og sum eg havi skilt at tosa saman um arbeiðsgongd umborð, veiði og dygd á veiði.

 

Tað skrivar Eyðun Mohr Viderø, fyrrverandi løgtingslimur, á sínari Facebook-síðu í kvøld. Hann sigur, at menninir, sum hann vísir á, eru ein týðandi partur av grundarlagnum undir fyritøkuni, Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

 

- Men, knappliga fríggjamorgunin fer allur dreymurin upp í royk. 
Vit kunnu bert ásanna, hvussu lítil okkara makt er, tá veruliga stendur á!
 Men, vónandi er fyritøkan nóg sterk fíggjarliga til at standa ímóti hesi avbjóðing og evnar at halda fram - til gagns fyri okkum øll, skrivar fyrrverandi løgtingslimurin.