Knappliga 200 tons á uppboðnum í dag

Í dag vóru knappliga 200 tons á gólv- og telefonuppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya.

Góð 40 tons vóru av toski. Toskur II fekk meðalprísin 14,53 krónur, toskur III 14,24 krónur, og toskur III fór fyri 12,85 krónur í meðal fyri kilo.

Umleið 20 tons vóru av hýsu. Hýsa II fór fyri 13,25 kónur í meðal og hýsa III fyri 11,62 krónur.

Knappliga 15 tons vóru av hvítingi, og meðalprísurin lá millum 9,24 krónur og 9,57 krónur fyri kilo.

Nakað av línufiski var undan Íslandi. Brosma II fór fyri 8,50 krónur, brosma III fyri 8,71 krónur, og meðalprísurin á longu lá millum 11,24 krónur og 11,53 krónur fyri kilo.

Nakrir trolbátar, sum høvdu roynt á landleiðini, seldu í dag. Meðalprísurin á tungu var knappar 21,40 krónur, reyðsprøkan fór fyri góðar 12,40 krónur og havtaskan fyri 26,00 krónur.

Aftur í dag var væl av svartkalva. Í dag seldi Fiskamarknaðurin 22 tons, sum fóru fyri 19,86 krónur í meðal fyri kilo.

Tey 192 tonsini, sum vóru á uppboðnum í dag, fóru fyri góðar 2,5 milliónir krónur.