Har tað fyrr stóðu 6.658 krónur niðast á breddanum á kontoavritinum hjá føroyskum pensjónisti við avlamisviðbót og vanligari pensjónsviðbót standa nú, nýggja pensjónskipanin er sett í gildi, 6.088 krónur. Talan er sostætt um eina lækkan av samlaða úrslitinum á 570 krónur.
Orsøkin til lækkaða nettoúrslitið er, at viðbøturnar, ið fyrr vóru skattafríar, nú eru skattskyldugar. Á kontoavritinum frá tíðini við gomlu skipanini stendur, at avlamisviðbótin er skattafrí, meðan hon í dag er løgd saman við vanligu pensjónsviðbótini, ið er skattskyldug. Hetta sama er galdandi fyri aðrar viðbøtur.
Hóast samlaða viðbótin nú er størri enn áður, ger skatturin avlopið minni.
Sambært tí, Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, segði við útvarpið týsdagin, verður bøtt um hendan trupulleika í næstum. Landsstýriskvinnan ætlar sær at leggja uppskot fyri tingið um, at viðbótin ikki skal verða eins hart skattað, sum grundupphæddin.