Knallhørðbyrjan á Skála

Hóast umskipanir hjá báðum teimum fremstu frá í fjør, so eru ráðini til royndir ikki tey heilt stóru, nú Skála og B36 hittast longu fyrsta umfarið

Taðeru føroyameistarar móti silvurvinnarum longu í fyrsta umfarinum, tá B36 sunnudagin vitjar á Skála.
                      Men hóast bæði liðini aftur verða mett millum teirra, sum av álvara kunnu gera seg galdandi, so er talan í ávísan mun um rættiliga hamskift lið.
 
Seinni Skála-lið
Hjá heimaliðnum eru tveir av heilt stóru profilunum ikki viðí ár. Hanus Thorleifsson verður sunnudagin á vitjandi liðnum á Skála, meðan miðvallarmotorurin seinnu árini, Nenad Stankovic, ikki longur er í felagnum. Og hartil er Iulian Florescu heldur ikki at síggja. Allir profilar, sum kunnu verða tungir at missa - eisini hóast nýtt og spennandi fólk er sett ístaðin.
                      Taðmerkir, at Skála ehlst noyðist at umstilla sítt spæl nakað, soleiðis at taðkanska ikki gongur heilt so skjótt fyri seg, tá fariðverður niðan eftir vøllinum, samstundis sum taðeisini ræður um at finna nýggjan makkara til Paula G. Hansen á sentrala miðvøllinum.
                      Verður tosaðum fráveru, er Bogi Gregersen einasti Skála-spælarin, sum er eitt lítiðsindur ivasamur, men roknaðverður tó við, at hann er tøkur.
 
Kvikari B36-lið
Hjá B36 hevur broytingin kanska veriðhinvegin. Sum meistarar skeyt liðiðóvanliga fá mál í fjør, men hinvegin syrgdi krútsterka verjan - og málverjin - fyri, at gulliðhóast alt kom til høldar.
                      Missurin av Pól Thorsteinsson í verjuni og Inga Højsted á miðvøllinum tykist hava tikiðnakaðhesum verjustálinum úr liðnum. Men viðtilgongdini av spælarum sum Hanus Thorleifsson og Sylla A. Davy eru fortreytirnar fyri kvikum kantstpæli betraðar munandi. Eisini hóast Bergur Midjord framvegis er skaddur, eins og felagiðhevur havt frágongd av nøkrum spælarum, sum kunnu røkja kantplássini.
                      Men hvussu alt hetta fer at ávirka avrikini hjá liðunum báðum, er so ein annar spurningur. Og hann verður ikki svaraður fyrr enn sunnudagin.