Knallgóður prísur fyri aldan tosk

Í fjør tók norska fyritøkan Gunnar Klo AS sløk 200 tons av aldum toski til sláturs, og fyri hendan fiskin fekk felagið í miðal 50 krónur fyri kilo. Í heyst eru prísirnir uppaftur betri. Herfyri høvdu vit grein á Portalinum, har kunnað varð um gongdina innan norsku toskaalingina, sum higartil hevur gingið við halli. Onkur fyritøka fær kortini endarnar at røkka, men so er eisini alt sagt um tann fíggjarliga partin.

Men eitt er í øllum førum greitt.

Tað er ikki prísurin á alda toskinum, sum skapar trupulleikar og ger, at raksturin í norsku toskaalingini higartil ikki hevur verið lønandi.

Teir, sum slakta aldan tosk í Noregi í løtuni, lata sera væl at prísunum, og evropeiski marknaðurin vil gjalda heilt upp í 60 krónur fyri kilo fyri tann størsta fiskin.

- Hetta sær ógvuliga lovandi út, heldur ein av norsku alarunum, Arne Karlsen, sum í løtuni er í holt við at taka 200 tons av aldum toski til sláturs og útflutnings.

Fiskurin hevur gingið í nótunum millum 4 og 6 mánaðir, og norðmenn lata væl at vøkstrinum.

Arne Karlsen hevur í løtuni ikki hug at tosa so nógv um tøl og vísir á, at enn eru óvissur í toskaalingini.

- Tað eru ymiskir faktorar, sum gera seg galdandi í toskaalingini, og enn vita vit lítið um deyðstíttleikan, fyrr enn allur fiskurin er tikin.

Í fjør tók fyritøkan Gunnar Klo AS, sum talan er um, sløk 200 tons av toski til sláturs, og fyri hendan fiskin fekk felagið í miðal 50 krónur fyri kilo.

- Í ár fara vit at taka nakað meira, sigur Arne Karlsen.

Sum skilst, er Gunnar Klo AS tað felag í Noregi, sum higartil er komið longst innan toskaaling.