Knallertir ein økjandi trupulleiki

Um páskirnar hevur løgreglan verið á knallertajakstran. Fleiri knallertir vórðu tiknar við á støðina, tí tær koyrdu ov skjótt. Kannað verður, um tær eru broyttar bygnaðarliga, og um so er, verða ólógligir lutir tiknir burtur.
Frá politigarðinum í Havn sigur vakthavandi, at hetta er ein vaksandi og afturvendandi trupulleiki, sum bara vindur uppá seg, so hvørt sum veðrið gerst betri.