Tað er dramatikkur í botninum í næstbestu deildini.
Fyri fleiri vikum síðani varð greitt, at Suðringar fara at flyta niður.
Tað er stórur spenningur um, hvør hin niðurflytarin verður. Giza Hoyvík hevur leingi verið undir strikuni og er tað framvegis. Nú er møguleiki fyri, at næstbesta liðið hjá Skála ella B71 seinnapartin kunnu enda undir strikuni.
Suðringar hava 7 stig, Giza Hoyvík hevur 23 stig, og B71 og Skála hava 25 stig.
Í Giza Hoyvík hava teir knívin á barkanum, nú teir fyrireika seg at fara inn á Skála. Um Giza Hoyvík ikki vinnur, verður møguleikin at varðveita plássið í næstbestu deildini lítil.
Tað hevur gingið væl seinastu ferðirnar hjá Giza Hoyvík, sum hevur vunnið fulla úrtøku tríggjar ferðir á rað – 3-0 á heimavølli ímóti KÍ, 4-2 á útivølli ímóti B71 og 2-0 á heimavølli ímóti Suðringum.
Skála tapti 7-1 í Runavík, vann 4-3 á heimavølli ímóti HB og tapti 3-0 á Toftum.
Í B71 kenna teir seg at vera í so trongum skóm, at teir í vikuni skiftu venjara. Svenski Stefan Hansson er farin til hús, og Eli Hentze hevur tikið ábyrgdina á seg fyri besta liðnum hjá barndómsfelagnum, nú setningurin er at sleppa undan niðurflyting.
B71 hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar – 4-2 á útivølli ímóti Víkingi, 4-2 á heimavølli ímóti Giza Hoyvík og 2-1 á heimavølli ímóti NSÍ.
Nú fyrireika sandoyingar seg til seinnapartin at spæla í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB.
Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur HB vunnið 3-1 ímóti B68, tapt 4-3 á Skála og spælt málleysan javnleik á útivølli ímóti Víkingi.
Næstbesta Víkinga liðið er í Suðuroy. Víkingur er á fimta plássi, og Suðringar eru aftast.
Skála – Giza Hoyvík: Aron S. Vest kl. 15.30
HB – B71: Rúni Olsen kl. 15.00
Suðringar – Víkingur: Lars Müller kl 15.00
ÍF | 24 | 18 | 3 | 3 | 83 | 34 | 57 |
NSÍ | 24 | 15 | 4 | 5 | 75 | 32 | 49 |
KÍ | 24 | 15 | 4 | 5 | 58 | 28 | 49 |
B68 | 24 | 14 | 3 | 7 | 55 | 33 | 45 |
Víkingur | 24 | 10 | 3 | 11 | 34 | 43 | 33 |
HB | 24 | 8 | 5 | 11 | 44 | 37 | 29 |
Skála | 24 | 7 | 4 | 13 | 38 | 54 | 25 |
B71 | 24 | 8 | 1 | 15 | 41 | 61 | 25 |
Giza Hoyvík | 24 | 6 | 5 | 13 | 31 | 43 | 23 |
Suðringar | 24 | 1 | 4 | 19 | 16 | 110 | 7 |