Knívurin liggur á barkanum

07 Vestur, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum, fær vitjan Suðringum, sum hava undanvind og ferðast nógv

Støðutalvan sigur, at tað stendur ikki væl til hjá 07 Vestur. Úrtøkan í fyrsta triðinginum av kappingini var eitt stig og málmunurin 7-24. Tað eru seks stig og verri málmunur fram til áttanda plássið og harvið bjargingarplássið.

 

Á áttanda plássi eru Suðringar, sum seinnapartin vitja á Dungasandi í Sørvági. Har vitjaðu teir eisini í øðrum umfari. 17. mars fóru teir suður aftur við 2-1 sigri. Stefan Radosavljevic var tvífaldur málskjútti. Sigursmálið skoraði hann við brotssparki í 95. minutti.

 

Sjálvsálitið millum Suðringar er stórt. Tríggjar tær seinastu ferðirnar eru teir farnir av vøllinum við úrtøku.

Í Gøtu noyddist vongverjin Rani Johansen av vøllinum sjey minuttir undan steðginum. Hann hevur brotið fótin og verður tískill ikki við í dag og næstu fleiri ferðirnar.

 

Fyritreytirnar hjá 07 Vestur eiga at vera betri enn hjá mótstøðuliðnum ídag. Meðan Suðringar hósdagin vóru í Sarpugerði, har teir spældu seg til søtan sigur og ferðaðust suðuraftur og nú aftur eru á veg í Vágar, hava teir á heimaliðnum síðani 2-1 tapið á Skála havt fokus á fyrireikingunum av avbjóðingini á heimavølli ídag.