Knívur á lofti í KÍ-høllini


 

2. jólakvøld fóru tveir ungir dreingir til hendurs í KÍ-høllini. Ein 15 ára gamal tók ein felliknív fram og rendi hann í ryggin á einum 18 ára gomlum.

Maðurin fekk bara eitt lítið prus í ryggin, tí hann var í tjúkkum jakka, ið tók stoytin. Nógv fólk var á staðnum, og tey tóku tann unga dreingin og sendu boð eftir løgregluni, sum handtók hann.

Barnaverndin varð síðani boðsend at koma á løgreglustøðina, tí drongurin er so ungur. Faðir dreingin kom á støðina eftir honum.

15 ár er kriminelli lágmarksaldurin, og tí verður drongurin skuldsettur fyri harðskap. Málið verður sent fútanum, ið skal taka støðu til, um ákæra verður reist.