Knívskorið í oddi og botni

Chelsea vann oddabrakið móti Manchester United, og Fulham góvu bjargingarroynd síni eina hjálpandi hond, tá teir komu frá 0-2 støðu, til at vinna 3-2 móti Manchester City, samstundis sum kappingarneytar teirra í botninum bert fingu javnleikir

FÓTBÓLTUR

 

Sjáldan hevur verið eins tætt í oddinum av Premier League, og tað er í ár. Nú bert tríggir dystir íresta, er knívskorið millum Manchester United og Chelsea. Bæði liðini hava 81 stig, og er United bert frammanfyri við betri málmuni. Um vikuskiftið var dystur millum júst hesi bæði liðini, og vann United hendan dystin, høvdu teir so gott sum tryggjað sær meistaraheitið. Vann Chelsea hinvegin, var talan um eina av tættastu endabrestunum í Premier League í langa tíð.

 

Chelsea við yvirlutan

Chelsea hevði um vikuskiftið vitjan av Manchester United, og stóra oddabrakið var eins tættur dystur, og man kundi vænta sær. Tá avtornaði vann heimaliðið 2-1, og eru nú ósigraðir heima á Stamford Bridge í heili 81 dystum. Hetta er ikki smávegis hagtøl at vísa á, og ein av stóru orsøkunum til, at Chelsea er so ovarliga á stigatalvuni.

Cheslea vann dystin 2-1, og málini skutu Michael Ballack tvey, og einsamalla málið hjá United skoraði Wayne Rooney, ið stutt eftir tað varð útskiftur eftir at hava fingið smásnuddir.

Írestandi dystirnar hjá Chelsea eru: Úti móti Newcastle og heima móti Bolton, meðan United hevur: Heima móti West Ham og úti móti Wigan. Skal Chelsea vinna meistaraheitið, mugu teir vinna sínar írestandi dystir, samstundis sum at United skal missa stig í einum av teirra dystum. Hetta er lítið sannlíkt, og má United tí vera at meta sum favorittar til at endurvinna meistaraheitið.

 

»The Cottagers« kempa fyri lívinum

Fulham hildu lív í vónini um Premier League luttøku í næsta kappingarári, tá teir vunnu 3-2 móti Manchester City, meðan Birmingham, Reading og Bolton, bert fingu javnleikir.

»The Cottagers« gjørdu sær sjálvum eina tænastu, tá teir vunnu ein dramatiskan dyst um vikuskiftið. Eftir tjúgu minuttum var støðan longu 2-0 til heimaliðið, og var tað eisini hálvleiksstøðan, men Roy Hodgson, ið er venjari hjá London felagnum, man hava sagt nøkur borgarlig orð til leikarar sínar. Um tað var orsakað av orðum venjarans ella bert tað, at City byrjaði at taka sær av løttum, er ilt at siga. Kanska eitt samspæl av hesum báðum. Hvussu er og ikki, so varð Diomansy Kamara skiftur inn, og hann skoraði eftir at hava verið á vøllinum eina løtu. Tá Fulham so fekk brotsspark tá 14 minuttir írestaðu, var Danny Murphy fúsur at skjóta. Fyrst bjargaði Joe Hart í City málinum, og síðani hevði Murphy neyðuga hepnið, tá bólturin stakk út til hann aftur, og aðru ferð var neyvleikin hjá fyrrverandi Liverpool leikaranum betur, og so var brádliga 2-2. Fulham, ið hevði verið fullkomuliga niðurspælt í fyrsta hálvleiki hevði reist seg, og kempaði fyrimyndarliga. Móti dystarenda fullførdi Diomansy Kamara eitt av teimum heilt góðu comeback-unum, og vunnu týdningarmikla dystin 3-2.

 

 

 

Úrslitini um vikuskiftið

 

Birmingham-Liverpool 2-2 (Forssell, Larsson – Crouch, Benayoun)

Chelsea-Man Utd 2-1 (Ballack 2 - Rooney)

Everton-Aston Villa 2-2 (Neville, Yobo – Agbonlahor, Carew)

Man City-Fulham 2-3 (Ireland, Benjani – Kamara 2, Murphy)

Portsmouth-Blackburn 0-1 (Roque Santa Cruz)

Sunderland-Middlesbr. 3-2 (Higginbotham, Chopra, s.m. – Tuncay, Arca)

Tottenham-Bolton 1-1 (Malbranque - Giannakopoulos)

West Ham-Newcastle 2-2 (Noble, Ashton – Martins, Geremi)

Wigan-Reading 0-0 ()

 

Í kvøld spæla Derby og Arsenal síðsta dystin í triðseinasta umfari. Dysturin verður spældur á Pride Park.