Ein maður í 20’unum var í dag í grundlógaravhoyri í Føroya rætti, har hann varð skuldsettur fyri at hava framt grovan harðskap móti einum øðrum í gjár.
Harðskapurin fór fram í garðinum millum Guðrun & Guðrun og Visit Tórshavn í Havn seinnapartin í gjár. Har standa nakrir benkur og nøkur borð, sum fólk ofta plaga at sita og drekka við.
Sambært ákæranum hevur skuldsetti skorið ein annan mann um báðar skøvningarnar. Báðir menninir og tey vitni, sum vóru í námind, høvdu drukkið so mikið, at ilt var at avhoyra tey í gjár. Tí blivu flestu teirra avhoyrd í morgun.
Skuldsetti noktaði seg sekan. Sambært verjanum var talan um neyðverju.
Føroya Rættur gav forboð móti at endurgeva hvat annars bleiv greitt frá í rættinum. Forboðið er í fyrsta umfari galdandi til eitt ákærurit er handað rættinum og málið verður tikið upp til viðgerð aftur í Føroya rætti.
Aðrir miðlar skriva tó, at maðurin varð varðhaldsfongslaður í tvær vikur.