Eitt av málunum, ið varð viðgjørt á floksfundi hjá Tjóðveldisflokkinum fyrrakvøldið, var ósemjan, sum hevur valdað í flokkinum síðani tað kom fram, at Hergeir Nielsen vegna Tjóðveldisflokkin í svari uppá fyrispurning frá Suðuroyar Oljuvinnuráð hevur svarað, at Tjóðveldisflokkurin heldur, at ein oljuvinna eigur at verða savnað í Suðuroynni.
Men knúturin í Tjóðveldisflokkinum er nú loystur. Torbjørn Jacobsen, sum hevur funnist at svarinum hjá Hergeiri, sigur, at tað á fundinum varð gjørt greitt, at tað ikki er Tjóðveldisflokkurin, ið hevur svarað Suðuroyar Oljuvinnuráð, men sjálvur Suðuroyartingmaðurin, Hergeir Nielsen.
? Hetta, havi eg skilt, longu gjørdist greitt, tá Hergeir Nielsen í Degi og Viku herfyri greiddi frá málinum, sigur Torbjørn Jacobsen, men vísir í sama sambandi á, at hann ikki sá innslagið í Degi og Viku.
Loysa allar knútar
Hergeir Nielsen vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið, men sigur tó, at tað er vanlig siðvenja í Tjóðveldisflokkinum, at allir knútar verða loystir.
? Hesin knúturin er nú loystur, og tað stóð ikki á at loysa hann.
Ósemjan í Tjóðveldisflokkinum tók seg upp, tá Hergeir Nielsen í samrøðu við Sosialin gjørdi greitt, at ein samdur Tjóðveldisflokkurin stóð aftan fyri svarið uppá fyrispurningin frá Suðuroyar Oljuvinnuráð. Hesum tók formaður floksins, Heini O. Heinesen, undir við. Men Torbjørn Jacobsen segði seg als einki vita um nakra semju um hetta mál, tí málið var als ikki viðgjørt í flokkinum.
Torbjørn Jacobsen helt Hergeir Nielsen hava tikið sær heimildir, hann ikki hevði, og samanbar hann støðuna við, at hann sjálvur av sínum eintingum fór at melda út í fjølmiðlunum, at ein samdur Tjóðveldisflokkur fór at mæla til at flyta Vaktar? & Bjargingartænastuna til Runavíkar.
Viðgerast í tinginum
Eitt av málunum á skránni fyri tingfundin í gjár var fyrsta viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Tá málið kom fyri var Sosialurin farin til prentingar, men sum vit gjáramorgunin skiltu á Torbirni Jacobsen, fór framsøgumaður Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinesen, undir viðgerðini at nema við aktuella spurningin, sum ósemjan hevur staðið um. Tískil kundi væntast, at framsøgumaðurin fór at koma inn á, um tað er skilagott at savna oljuvinnuna á ávísum stað í landinum.
Í samrøðu við Sosialin í farnu viku, metti Heini O. Heinesen tað vera skilagott, um oljuvinnan varð savnað í Suðuroynni.










