Í hesum døgum verður fríðkað um vegamótið Sverrisgøta/Tórsgøta í Havn. Endamálið er at binda saman gongugøtuna í Niels Finsensgøtu og Dr. Jakobsensgøtu í Havn.
- Endamálið er sjálvandi at menna miðbýin. Tað skal verða lættari hjá fólki til gongu at koma úr gongugøtuni í Niels Finsensgøtu út í Dr. Jakobsensgøtu, sum í framtíðini eisini verður gongugøta á sama hátt sum Niels Finsensgøta.
Vegamótið verður steinsett, soleiðis at tað samstundis virkar sum ein bunga, ið setir ferðina hjá bilunum niður.
Býráðið hevur eisini samtykt at broyta byggisamtyktina fyri økið fram við Sverrisgøtu og Dr. Jakobsensgøtu, soleiðs at byggjast kann meira og tættari fram við gøtuni. Hetta verður gjørt við at gera eina serstaka byggisamtykt fyri økið.