Knýta høvuðsleiðingina saman

Glopp hevur verið í høvuðsleiðingini hjá Fjarhitafelagnum í Havn. Nú verða endarnir knýttir saman

Fjarhitafelagið hevur í eina tíð arbeitt í vegnum frá Blómubrekku niðan á Villingardalsvegin í Havn.

Orsøkin er tann, at rørini, ið liggja undir vegnum á hesum strekkinum, eru ov lítil og eru ikki egnað at leiða fjarhitan oman til restina av býnum.

Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, greiðir frá, at upprunaliga var ætlanin, at høvuðsleingingin hjá Fjarhitafelagnum skuldu oman eftir Sundsvegnum og víðari oman í býin. Hendan ætlanin varð kortini slept, og síðani varð tikin avgerð um knýta býin í skipanina oman eftir Villingardalsvegnum, sigur Hans Christian Dam.

Høvuðsleiðingin er frammanundan leidd oman í rundkoyringina, og frá Villingardalsvegnum oman í býin. Men høvuðsleiðingin er ikki knýtt saman millum Villingardalsvegin og rundkoyringina á Sundsvegnum.

– Har var bara stikkleiðingin til Blómubrekku, men hon kann ikki forsýna býnum, tí hon er nógv minni. Tað er ein heilt onnur dimensión av rørum, sigur Hans Christian Dam.

Neyðugt hevur tí verið at knýta høvuðsleiðingina frá rundkoyringini í rørini á Villingardalsvegnum.

– Og nú tá triðja byggistig í Berjabrekku skuldi gerast, so brúktu vit møguleikan at taka pettið frá Blómubrekku niðan i Baraldargøtu, so hava vit alla høvuðsleingina intakta, sigur Hans Christian Dam, sum væntar, at arbeiðið verður liðugt áðrenn ársskiftið.