Knút við nýggjum staklagi

Knút Háberg Eysturstein gevur í dag nýtt staklag út. Hetta er annað staklagið, sum Knút kunnger av komandi fløguni, sum ber heitið On High.

 

Lagið ber heitið Growing Old og er tað Knút sjálvur, sum hevur gjørt orð og lag. Við sær á upptøkuni hevur hann ógvuliga góð fólk í Benjamin Petersen, Mattias Kapnas, Jens L. Thomsen, Høgna Lisberg og Una Árting. Umframt tað hevur hann eisini systrarnar Jensiu og Dortheu Dam og systkinabarn teirra Óluvu Dam við sum kór.

 

Knút hevur annars verið á ferð við Benjamin í Týsklandi seinastu dagarnar. Benjamin hevði konsert á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn 3. mai, og tá hitaði Knút upp fyri hann. Síðani skuldi Benjamin spæla fleiri konsertir í Týsklandi, og Knút hevur so hitað upp fyri hann á hesum túrinum.

 

Fløgan, sum Knút gevur út í summar, er hansara triðja. Fyrsta staklagið av hesi fløguni var The Road og nú hevur hann so givið næsta staklagið, Growing Old, út í dag.

 

Hoyr tað her: knutmusic.bandcamp.com/track/growing-old-single

 

Myndir: Uni Árting hevur gjørt húsan til nýggja staklagið. Myndina av Knút hevur Sunniva Hanusardóttir Olsen tikið