Dagliga er Knút arbeiðsformaður hjá Landsverkfrøðinginum, og sum slíkur hevur hann eitt tað hægsta starvið í landinum. Hann hevur nevniliga ábyrgdina av Funnings- og Gjáarvegnum, sum vit so íðiliga hoyra um hesa árstíðina. Og ikki hevur altíð verið líka stuttligt at halda hetta vegastrekkið, kann hann siga frá.
Knút er ein av veteranunum innan føroyskan hondbólt, og spældi í mong Harrans ár hondbólt við EB. Ferðaðist í teimum døgum, tá ikki var koyrandi sum nú, at spæla hondbólt. Í Havn og Klaksvík. Kollafirði og Vágum. Fyri ikki at gloyma Vestmanna.
Umframt hondbóltin, sum var hansara burturav at kalla, var hann tó eisini við í øðrum ítrótti, sum var á Eiði. Fótbólt spældi hann, og badminton dámdi hon um eisini væl. Hóast tað vist ongantíð kom til landskappingar.
Og sum ábyrgdarpersónur í Eiðis Bóltfelag liggur hansara partur ikki eftir. Nevndarlimur og formaður i drúgvt tíðarskeið hevur hann verið.
Ivaleyst er hetta nakað, sum verður ført víðari við genunum. Tí nevnir tú eitthvørt tiltak í EB í dag, er onkur av Vesturdal systrunum, sum er innblandað. Tað svitast ikki.
Knút er giftur við Svanhild, sum eisini er av Eiði, og eiga tey fimm børn. Fýra døtur og ein son. Og øll hava tey verið - og eru - virkin ítróttarfólk og eisini, sum nevnt, í fyrisitingini.
Eisini annað ítriv ítrótt hevur tíð verið til. Sangari er hann góður, og sang við í kóri í fleiri ár. Seinnu árini hevur tað mest verið føroyskur dansur, sum hevur fingið gleði av røddini.
Eisini hevur Knút nú í fleiri valskeið verið bygdarrráðslimur á Eiði, har hann enn situr.










