Sunneva:
Eg eri í silvurbrúdleypskjólanum hjá ommu, sum hon var í einaferð mitt í 70’unum. Mær dámar so ótrúliga væl toyið. Ein vinkona mín í Íslandi er skræddari, og hon hevur seymað hann um til mín. Hon hevur tikið av longdini og seymað eina hettu á ístaðin, og eg eri ótrúliga væl nøgd við úrslitið. Buksurnar havi eg keypt secondhand í Danmark. Skógvarnir eru faktiskt til mannfólk. Eg havi keypt teir í TrendFloor. -Og dropan á andlitinum havi eg tikið av einum ljósastaka.
Knút:
Vit byrja ovast: Sunneva hevur klipt mær hárið, og hon hevur eisini keypt mær blusuna, sum eg eri í. Tað er ein feit Bob Dylan T-shirt, sum hon hevur keypt í Dogma í Reykjavík. Hetta er abbasa slips, og buksurnar havi eg keypt fyri 100,- á januar útsølu frá Jack & Jones. Far á januar útsølu, tað loysir seg!