Knút, Heiðrikur og The Ghost í Losjuni

Knút Háberg Eysturstein við bólki, The Ghost og Heiðrikur á Heygum eru á skránni fríggjakvøldið, tá Grót skipar fyri konsert í Losjuni við Gøtugjógv The Ghost spældi sína fyrstu konsert fyrr í ár á júst eini Grót konsert í Losjuni. Bólkurin gjørdi vart við seg á Asfalt herfyri við væl eydnaðari framførslu, ið fekk ummælaran hjá planet.fo, at kalla hetta bestu konsertina á Asfalt.

Tónleikurin er minimalistiskur, rútmiskur og egin; ein samanseting av elektroniskum rútmum og hondspældum gittara og synthesizara. Teir báðir Filip Mortensen og Urbanus Olsen eru The Ghost.

Umframt The Ghost kemur eisini gávuríki havnamaðurin Heiðrikur á Heygum á vitjan í Losjuni. Afturat sær hevur hann Benjamin Petersen á gittar, og Andreas Restorff á cello. Heiðrikur fæst bæði við elektroniskan og akkustiskan tónleik, og fríggjakvøldið verður tað akkustiski parturin, ið verður á skránni. Hann syngur inniliga og vakurt, og her á planet.fo hava vit áður samanborið Heiðrik við Chris Isac. Heiðrikur syngur egin løg og kompositiónir, og tulkar eisini klassikarar úr føroyska sangskattinum.

Kendasta navnið, ið fer at framføra fríggjakvøldið, er Knút Háberg Eysturstein. Knút gav í 2004 út fløguna ?Havsglóð?. Nú er arbeiðið farið í gongd við at gera næstu fløguna. Teirra fyrsta konsert, einans við nýggjum tilfari, var á ársins Asfalt. Sostatt verður høvi fríggjakvøldið at hoyra nýggjar tónar av komandi útgávuni, umframt at okkurt ?Havsglóð? lag kanska stingur upp undan í rúgvuni.Aftrat Knúti á palli eru Bogi á Lakjuni, Hanus Mikal Andreasen, Niels Jákup í Jógvanstovu og Andreas Dalsgaard. Dyrnar lata upp kl 21.30