Fríggjakvøldið fer Knút Háberg Eysturstein á pall í Rex. Hann eigur eitt av best dámdu løgunum á 15 teimum bestu í ÚF í longri tíð, nevniliga Í hesi nátt av fløgu hansara Havsglóð.
Havsglóð er fløga, sum leiðir aftur á slóðina, har Knút leikti við prix vinnandi bólkinum ?Gestir?.
Ferðin er hin sama: sera hóvlig. Góð løg, sein og stillfør. Hann og løgini hava góða tíð. Eins og Gestir høvdu/hava tað.
Fløgan er kosin sermerkt og at hava nakað upp á hjarta.
Og hetta er sermerkt við tónleikinum hjá Knúti. Har er líkasum nakað meira aftanfyri. Hetta er tónleikur, ein veruliga lurtar eftir og ikki bert setir í fløguspælaran soleiðis hissini.
Og løgið er tað, tí tekstirnir eru ofta stuttir, men beinraknir og grivið verður djúpt, men ikki ofta verður spakin settur í. Fáorðað, men djúpt.
Tónleikurin birtir uppundir, stuðlar og ber verkið, tí væl er farið um.
Ein kemur at hugsa um orð sum spirituelt, tá fløgan skal lýsast í stuttum. Her eru orð og kenslur, men tónleikurin syrgir fyri, at mest av øllum er tað ein kensla, ið er felagsglóð gjøgnum alla fløguna.
Og at orð og tónlekur nerta við, er eingin ivi um. Fløgan megnaði at halda sær á ovarliga á 15 teim bestu í vikuvís. Fløgan hevur prógvað sítt virði ? í hvussu er á heimamarknaðinum. Hvussu fer at gangast uttan fyri landoddarnar, vil tíðin vísa.
RexOg í kvøld, fríggjakvøld, fer Knút á pall í Rex í Havn. Har fara spitituellu orðini og tónarnir at royna flog. Knút hevur í viðtali sagt, at tað er Ok at vera kiksaður, men neyvan eru hetta fyrstu orðini, ið fella lurtarunum í huga. Og neyvan heldur á Rex, har Knút fríggjakvøldið fer at skapa eitt huglag, myndað av orðum og tónum, ið vilja nakað og hava eina meining ? ið hava nakað upp á hjarta.










