Festival summarið
Ljómborðsleikarin í Marius, Gestum og bólkinum hjá Peturi Pólsyni, <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Knút Háberg Eysturstein"$?$end$!$Knút Háberg Eysturstein</st1:PersonName$?$end$!$, fer saman við gittarleikararnum Boga á Lakjuni, at spæla á ársins Spot Festivali. Frammanundan er greitt, at 200, The Dreams, Høgni Lisberg, Teitur og Valravn spæla á festivalinum.<BR>
Hetta eru øgiliga nógv føroysk nøvn, og skal hetta í ein stóran mun síggjast, sum úrslit av stóra arbeiðinum, ið Norðurlandahúsið hevur gjørt fyri, at fáa innivist fyri føroyskum tónleiki á stóra ídnaðarfestivalinum.
Sum einstaklingur gav <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Knút Háberg Eysturstein"$?$end$!$Knút Háberg Eysturstein</st1:PersonName$?$end$!$ í 2004 frálíku fløguna Havsglóð út. Á hesi fløgu upplivdu vit lagskrivarin Knút Háberg Eysturstein. Hesin er bæði inniligur og dugnaligur. Røddin hjá Knút er heilt serlig, og hann syngur við nógvar innlivan. Afturat sær hevur hann ein flokk av sera dugnaligum tónleikarum.<BR>
Knút byrjaði sítt tónlistarliga yrki, sum gittarleikari í bólkum sum Marigold og avleggaranum Marys Baby. Men tað var, sum urguleikari í Gestum, at Knút flutti seg inn í føroysku tónleikatilvitskuna. Hann hevur eisini í Marius og í einstaklingaverkætlanini hjá Peturi Pólson víst seg, sum ein sera habilan urguleikara, ið hevur átt ein stóran leiklut í heildarmyndini hjá hesum bólkum. Saman við júst Petur Pólsyni hevur Knút seinastu tíðina spælt mótmælistónleik undir navninum Tuxedo Rebels. Tað er frammanundan greitt, at Knút spælir á asfalt, ið er sama vikuskiftið sum Spot festivalurin. Men hetta er ikki ein trupulleiki, tí konsertirnar við Knúti eru sokallaðar præ-spot kirkju konsertir, mánadag 29. mai kl 20 í Vor Frue Kirke og týsdag 30. mai kl 20 í Skæring Kirke Á konsertunum spælir eisini dansk/svenski bólkurin Lampshade.