Knút Háberg Eysturstein framførdi live

Hvønn hósdag bjóðar útiseta­send­ingin til livandi tónleik frá før­oy­ingum, sum búgva í Keyp­manna­havn. Knút Háberg Eystur­stein vitjaði í Ghetto Føroyar rásarúminum í BankNordik á Amager. Hann spældi tvey løg av sínari nýggjastu stakfløgu »The Road«. Løgini kunnu hoyrast á gogoyoko.com
Knút Háberg Eysturstein er ein kendur tónleikari, sum um­framt at framleiða tónleik sjálv­ur, eisini spælir ljómborð í fleiri føroyskum bólkum, og lesur tón­leikavísund á Universitetinum í Keypmannahavn. Haraftrat eru hann og dama hansara diskarar, og vitja tey javnan í náttarstøðum kring Danmark.
Framførslan hjá Knúti – og aðrar livandi framførslur og sam­røður gjørdar í Ghetto Føroyar – kunnu síggjast á Facebook bólk­inum hjá Ghetto Føroyar.