Sum einstaklingur gav <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Knút Háberg Eysturstein"$?$end$!$Knút Háberg Eysturstein</st1:PersonName$?$end$!$ í 2004 frálíku fløguna Havsglóð út. Á hesi fløgu upplivdu vit lagskrivarin Knút Háberg Eysturstein. Hesin er bæði inniligur og dugnaligur. Røddin hjá Knút er heilt serlig, og hann syngur við nógvar innlivan. Afturat sær hevur hann ein flokk av sera dugnaligum tónleikarum.<BR>Leirvíkingurin Knút byrjaði sítt tónlistarliga yrki, sum gittarleikari í bólkum sum Marigold og avleggaranum Marys Baby. Men tað var, sum orgulleikari í Gestum, at Knút flutti seg inn í føroysku tónleikatilvitskuna. Hann hevur eisini í Marius og í einstaklingaverkætlanini hjá Peturi Pólson víst seg, sum ein sera habilan urguleikara, ið hevur átt ein stóran leiklut í heildarmyndini hjá hesum bólkum. Saman við júst Petur Pólsyni hevur Knút seinastu tíðina spælt mótmælistónleik undir navninum Tuxedo Rebels. Men á asfalt verður hann aftur at hoyra í síni egnu verkætlan.
Myndatekstur: <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Knút Háberg Eysturstein"$?$end$!$Knút Háberg Eysturstein</st1:PersonName$?$end$!$ er sangari, lagskrivari, gittarleikari og urguleikari.










