Knút er nú kassameistari í Prentarafelagnum

Leygardagin hevði Føroya Prentarafelag aðalfund. Formaðurin seinastu árini, Oluffa Joensen, stóð ikki fyri vali.

Gunnvá við Keldu, sum var kassameistari, er farin av landinum, og tí skuldi annar kassameistari veljast.

Valið fall á Knud Thorsvig, sum dagliga starvast sum prentari á Sosialinum.

Triðji limurin í nevndini í Føroya Prentarafelag er Tummas Pauli Thomsen, sum eisini starvarst á Sosialinum - og er hann skrivari Prentarafelagsins.