Knút E. Háberg

f. 7. nov. 1920 d. 19. nov. 2005

Leygardagin 19. november 2005 andaðist Knút Erling Háberg, fyrrverandi sparikassastjóri í Havn, 85 ára gamal.

Knút var best kendur frá sínum aktivitetum í Sverrisgøtu í Havn - í Føroya Sparikassa, har hann arbeiddi í samfull 43 ár, og í samkomuni í Ebenezer, har hann m.a. var ein av kórleiðarunum og urguspælari í mong ár.

Knút var ein kend býarmynd. Hann var ein maður, fólk høvdu stóra virðing fyri, var blíður, vinsælur og fyrikomandi og altíð við tí góða orðinum. Hesir eginleikar komu honum til góðar í hansara starvi sum stjóri í Sparikassanum - hann dugdi so sera væl við bæði starvsfólki og kundum. Hann byrjaði í Sparikassanum í 1946, var stjóri frá 1979 og forstjóri frá 1985 til hann fór frá fyri aldur í 1989.

Í 1945 giftist Knút Sunnevu, dóttir Onnu og Olaf Johansen, í Rættará, og í 1951 fluttu tey inn í nýggj hús í Tórfinsgøtu.

Knút var ógvuliga musikalskur. Umframt at vera kórleiðari og urguspælari í Ebenezer, gjørdi hann eisini løg til fleiri sangir. Hann var ein sannur úrmælingur á tí musikalska økinum.

Tey eru mong, ið minnast aftur á góðar løtur í ymiskum samanhangum, har Sunneva, ið hevur verið ein av okkara fremstu sangkvinnum, sang, og Knút spældi aftur við.

Knút var havnarmaður, hann var yngstur av teimum fimm børnunum hjá Mallu, f. Petersen úr Havn, og Napoleon Joensen, vanliga nevndur Poli, ættaður av Selatrað. Tey fimm systkini vóru: Elisa, (1911-1997), sum búsettist í Norðragøtu, Niels Juel (1912-1994), Petur William, (1914-1984), Elina, (1918-1952), og so Knút (1920-2005). Teir tríggir brøðurnir fingu sær Háberg til eftirnavn.

Í 1955 fingu Sunneva og Knút ein son, sum doyði bert fáar dagar gamal, og í 1960 fingu tey dóttrina Onnu, sum sostatt var teirra einkarbarn. Hon hevði eisini somu gávur sum foreldrini við tónleiki og sangi. Anna gjørdist sjúk og doyði 1. januar 1997, bert 37 ára gomul. Tað eru ivaleyst mong, sum minnast, at Knút sjálvur so hjartanemandi talaði við jarðarferðina hjá teirra elskaðu dóttir, sum var teirra eygnasteinur. Børnini hjá Onnu eru Knút og Sunneva, sum bæði eisini eru virkin innan tónleikin.



Seinnu árini hevur Sunneva búð á Lágargarði, har Knút trúfastur vitjaði hana, so leingi hann orkaði.

Sunneva og Knút giftust 17. november 1945, so teirra diamantbrúdleypsdagur var tveir dagar áðrenn Knút doyði tann 19. november.

Friður veri við minninum um Knút Erling Háberg.

m.