Herverksmenn hava aftur verið uppá spæl í Havn um vikuskiftið. Kioskin í Steinatúni og Thomas Dam búnýti hava staðið fyri skotum hesuferð.
Í báðum førum eru tað rútar í úthurðini, ið eru knústir. Einki endamál hevur verið við hesum herverkum, tí einki bendir á, at nakar hevur verið inni í handlunum.