Í ítróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, ber til at lesa annan part av greinarøðini um álvarsamar knæskaðar. Hesa ferð er samrøða við tvey ítróttarfólk, sum hava uppliva tvær ymiskar lagnur eftir álvarsamar knæskaðar.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Jónas G. Djurhuus, sum spælir hondbólt í næstbestu deildini í Danmark, sleit krossbandið, men við góðari skurðviðgerð og endurvenjing, er hann komin fyri seg. Verri gekk hjá Sigfríði S. Clementsen, sum mátti gevast við fótbóltinum, tí knæið ikki vildi. Les samrøður við teir báðar í ÍtróttarSosialinum.
Les eisini um Argjabátin, sum hevur met-bátur í føroyskum kappróðri. Hartil blivu fleiri FM-vinnarar funnir um vikuskiftið. Les meiri í ÍtróttarSosialinum í dag.
Les eisini um HB, sum royndi at fáa Patrik Johannesen heim til føroyskan fótbólt, áðrenn flytingarvindeygað lat aftur í farnu viku. Samanumtøka av flytingarvindeyganum er í blaðnum í dag.
- Eg eri ikki samdur, sigur Petur Reinert, fyrrverandi altjóða dómari, um brotssparkið hjá Fraklandi í gjár. Føroyski dómarin svarar fimm spurningum um døming og HM.
Í blaðnum í dag er eisini fakta og tøl frá HM-endaspælinum í Russlandi, stuttsøgd ítróttartíðindi og annað.