Knúsandi sigur til StÍF

StÍF hevur tryggja sær pláss í hálvfinalunum í Coca Cola-kappingini hjá monnum við einum tryggum heimasigri á Kyndli

MANSHONDBÓLTUR

Hóast úrtøkan í landskappingini hevur verið misjøvn, so eru StÍF og Kyndil mest vinnandi liðini í føroysku steypakappingini síðstu árini, og tí var lagt upp til ein spennandi dyst í fjórðingsfinaluni í Coca Cola-kappingini í gjárkvøldið.

Góð strandaverja
Tey, sum vóru komin inná Skála at síggja ein spennandi dyst, blivu sanniliga skuffað. Eftir eina heldur trilvandi byrjan, har bæði liðini tóktust hava stórar trupulleikar við at finna málið, tók StÍF veruliga yvir eftir knappar 10 minuttir. Ferð aftan á ferð fingu teir bóltin í kyndilsmálið, meðan kyndilsleikararnir høvdu stórar trupulleikar við offensivu og ágangandi verjuni hjá StÍF. Tá teir so endiliga megnaðu at lata verjuna upp, so fingu teir ikki bóltin fram við einum vælleikandi Marian í málinum. Um miðjan hálvleikinum hevði Kyndil bert fingið 2 mál, meðan StÍF hevði skorað 8 ferðir.
Sum hálvleikurin leið kom Kyndil eitt sindur betur við í dystin, men StÍF megnaði kortini at økja um leiðsluna síðstu løtuna.

Hans Áki ímóti StÍF
Í seinna hálvleiki var ongantíð nakar ivi um úrslitið. Kyndil megnaði ikki at hótta StÍF á nakran hátt, og munurin bleiv heldur ongantíð minni enn tey níggju málini, sum vóru á muni í hálvleikinum. Strandingar tóktust taka sær eitt sindur meir av løttum í seinna hálvleiki, og hetta gav Kyndli ein møguleika at spæla eitt sindur við, men hóast hetta, so vóru tað heldur strandingar, sum høvdu møguleikar at vinna enn meir. Einasti leikarin hjá Kyndli, sum royndi at trýsta strandingar, var Hans Áki Dal Christiansen, sum fekk heili 15 mál í dystinum.
Endaliga úrslitið gjørdist 32-23 til StÍF, og sigurin til strandingar var fult uppiborin. Serliga verjan og málverjin skaraðu fram úr henda dystin, og Kyndil tóktist hava stórar trupulleikar í álopspartinum, har Hans Áki var einasti leikarin, sum royndi at taka ábyrgd.
Strandingar hava góð úrslit at vísa á í steypakappingini seinastu árini, og nú hava teir enn einaferð fingið eina góða byrjan uppá steypakappingina.


Fakta

StÍF-Kyndil 32-23 (18-9)
Málskjúttar:
StÍF: Jakob Jónson 8, Finnur Hansson 6, Leivur Justinusen 5, Bárður Danielsen 4, Regin Didriksen 3, Andre Danielsen 3, Bent Durhuus 2, Rógvi Danielsen 1 (1)
Kyndil: Hans Áki Dal Christiansen 15 (3), Hans Arni B. Thomsen 3, Hanus Johansen 2, Rókur Akralíð 2, Hjalti M. Jacobsen 1
Brotskøst: StÍF 2, Kyndil 3
Útvísingar: StÍF 3, Kyndil 2
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen