Knúsandi B71 sigur

Eftir at Sumba-málverjin varð rikin av vølli, skrædnaði hjá sumbingum.

Sandoyingar høvdu vitjan av sumbingum leygardagin, og hóast talan var um ein oddadyst, so hølvaði heimaliðið gestirnar av. Endaliga úrslitið gjørdist heili 7-1 til B71, eftir hálvleiksstøðuna 2-1.

Einvegis ferðsla
Í fyrra hálvleiki var ikki so stórur munur á liðunum, hóast B71 hevði yvirvág í spæli. Tað var kortini Sumba, sum legði seg á odda í dystinum. Eftir hornaspark endar bólturin hjá Hans Jákupi Thomsen, sum við skoti uttan brotsteigin, kundi leggja gestirnar frammum.

B71 svaraði skjótt aftur, og javnaði við máli, sum Ib Mohr Olsen fekk eftir hornaspark. Tað vóru royndir á mál frá báðum pørtum, uttan tó at nakað ítøkiligt spurdist burturúr.

Beint fyri hálvleikssteðgin, eydnaðist heimaliðnum at leggja seg frammum. Eftir trunkapæl frammanfyri máli hjá sumbingum, fekk polendingurin, Krystof Rabzienski, seinasta fót á, og so stóð 2-1 til sandoyingar.

Hálvleiksstøðan var eisini 2-1 til B71. B71 hevði leikliga yvirvág í fyrra hálvleiki, og av Sandi verður sagt, at hálvleiksleiðslan var fult uppiborin.

Málverjin rikin av vøllinum
Í seinna hálvleiki varð málverjin hjá sumbingum rikin av vøllinum, eftir at hann nýtt neyðbremsuna. Eftir útvísingina fullu sumbingar fullkomiliga í fátt, og málini skolaðu inn. Av Sandi verður sagt, at tað snøgt sagt var bert eitt lið á vøllinum í seinna hálvleiki. Í seinna hálvleiki skutu sandoyingar heili fimm mál, og endaliga støðan gjørdist eisini heili 7-1 til B71. Málini í seinna hálvleiki hjá heimaliðnum skutu, Rúni Joensen 2, Arunas Mika, Ib Mohr Olsen og Jónsvein Thomsen.

B71 og Sumba alt at spæla fyri
Bæði Sumba og B71 hava framvegis alt at spæla fyri. Liðini bæði eru í løtuni bestu boðini uppá eitt annað pláss í 2.deild, og harvið ein upp- og niðurflytingardyst ímóti næst niðasta liðnum í 1.deild.

B71 og Sumba hava sera torførar útidystir komandi vikuskiftið. Sumbingar skulu møta ÍF í Fuglafirði, meðan B71 skal til vágarnar.

Dysturin í tølum:
B71-Sumba 7-1 (2-1)
0-1 Hans Jákup Thomsen
1-1 Ib Mohr Olsen
2-1 Krystof Radzienski
3-1 Rúni Joensen
4-1 Arunas Mika
5-1 Ib Mohr Olsen
6-1 Rúni Joensen
7-1 Jónsvein Thomsen