Knørrur veksur

Leygardagin fekk Róðrarfelagið Knørrur tveir nýggjar bátar, 5-mannafarið Tambar og 10-mannafarið Ormin Langa

Kappróður

 

Róðrarfelagið Knørrur er í støðugari menning og er nú við nýggju bátunum fult á hædd við fremstu feløg, hvat bátum viðvíkir. Tað er eisini hugvekjandi at síggja, at felagið er einasta róðrarfelag í landinum, sum rør við øllum bátastøddum í summar.

Leygardagin var hátíðarhald uttan fyri lítla neystið á Skálatrøð, har felagið heldur til. Umframt Magnus Gaard helt eisini Heri Kjærbo, marknaðarleiðari á Postverki Føroya, røðu. Heri helt, at Róðrarfelagið Knørrur er ein fyrimynd fyri onnur feløg, og at tað hevur dugað sera væl at sett fokus á uppgávuna og á menningina.

At stuðla einum so ídnum og modernaðum felagi sum Róðrarfelagnum Knørri, ið við bátanøvnum sínum samstundis er so grundfest í føroyskari tjóðarsøgu, er fyri Postverkið eisini at stuðla føroysku tjóðini, í og við at okkara tjóðarítrótt kann fáa so góðar karmar at virka undir, sum gjørligt.

Við bátum sínum Tambar, Jallinum, Jarnbardi, Knørri og Orminum Langa er Róðrarfelagið Knørrur nú vorðið eitt fullfíggjað róðrarfelag, ið kann luttaka við øllum bátastøddum.