Knørrafelagið til Danmarkar

Átta rógvarar úr Róðrarfelagnum Knørri fóru í morgun til Danmarkar, har tey um vikuskiftið skulu taka lut í danmarksmeistaraskapinum fyri innriggarar

KAPPRÓÐUR

Teitur Joensen

teitur@sosialurin.fo

 

Fyrr í dag fór eitt føroyskt ferðalag við rógvarum úr Róðrarfelagnum Knørri í Havnini til Danmarkar. Endamálið við túrinum hjá teimum átta rógvarunum er at taka lut í danmarksmeistaraskapinum fyri innriggarar, sum er eitt annað slag av bátum enn teir, vit eru von við í Føroyum.

Talan er um fimm menn og tríggjar kvinnur, sum fara at taka lut í kappingini, og umframt tey átta, so vera eisini ein ferðaleiðari, ein myndamaður og ein tíðindamaður við á ferðini.

Kappingin um danmarksmeistaraheitið verður hildin í lítla býnum Brabrand, sum liggur nakað uttan fyri Aarhus, og føroysku rógvararnir fara at halda til í Aarhus. Sjálv kappingin verður á skránni leygardagin. Her skulu tær tríggjar kvinnurnar rógva undan monnunum, og teinurin hjá kvinnunum verður 1000 metrar.

Nakað eftir kvinnurnar skulu menninir kappast, og tá er talan um 2000 metrar, sum skulu leggjast afturum.

Teir átta rógvararnir, sum vera við í kappingini eru Bára Berghamar Danielsen, Eivy Olsen, Paula Eikholm, Helgi Øster Petersen, Høgni í Skorðastovu, Jacob Joensen, Jens Michal Tróndheim og Johan Jacobsen. Ferðalagið verður aftur í Føroyum seinnapartin sunnudagin.

 

Myndatekstur:

Róðrarfelagið Knørrur fer um vikuskiftið at hava umboðan av átta rógvarum, tá danmarksmeistaraheitið fyri innriggarar verður á skránni.

Mynd: