Knørrafelagið bjargaði høvuðsstaðnum

Hjá vertunum hilnaðist Ólavsøkan illa, og nú umhugsa teir í Havnar Róðrarfelag at finna loysn á venjaraspurninginum, sum líkist tí, sum klaksvíkingar høvdu í fjør

kappróður

Bátar í høvuðsstaðnum vunnu tríggjar av sjey róðrum ólavsøkuaftan. Men tað vóru ikki vertirnir í størsta felagnum í høvuðsstaðnum, sum tóku fyri sær, tá ið gullkrónu settini vórðu handað á Bursatanga eftir væl eydnaðan ólavsøkuróður.
Eingin bátur hjá Havnar Róðrarfelag varð meistari, og eingin bátur hjá HR vann á Ólavsøku. Besta úrslitið hjá HR í FM kappingini fingu Sílið við kvinnum og Ørvur. Hesar báðar manningarnar vunnu silvur.
Hóast soltið róðrarár lá Havnarbáturin undan Ólavsøku at vinna bronsu í FM kappingini. Eftir totalan kiksara og aftasta pláss á Ólavsøku misti Havnarbáturin bronsukrónurnar til Vestmenning.
Paul Kragesteen er formaður í Havnar Róðrarfelag:
- Árið hevur ikki hilnast væl hjá okkum. Tað er einki annað at gera enn at herja á aftur, og vit eru longu so smátt farin at fyrireika okkum til næsta ár. Havnar Róðrarfelag er stórt felag og plagar at koma afturíaftur. Vit fara nú at arbeiða við at manna bátarnar so væl, sum tað ber til, og so hava vit tosað um at betra um venjingina.
Hvussu ætla tit at gera tað?
- Enn er ikki talan um ítøkiligar ætlanir. Men vit kundu hugsað okkum sama konseptið, sum teir í Klaksvík høvdu í fjør. Tá var kendi danski rógvarin, Stephan Mølvig, har norðuri. Umframt at leggja teimum lag á sjálva venjingina, so megnaði hann at arbeiða við og at broyta hugburðin hjá rógvarunum til eitt nú kostin. Vit kundu hugsað okkum at fingið fatur á einum sovornum kapasiteti, soleiðis at hann kom til Havnar Róðrarfelag og rættuliga setti dám á, sigur Paul Kragesteen, sum undirstrikar, at enn er talan bara um hugsanir og ynskitankar.

Knørrafelagið framúr
Umstøðurnar eru einki at reypa av hjá Róðrarfelagnum Knørrur, sum í fleiri ár hevur stríðst við at fáa nýtt neyst og harvið at betra um umstøðurnar.
Men hóast umstøðurnar eru vánaligar, so eru úrslitini góð. 8-mannafarið Knørrur vann á Ólavsøku, tá ið teir eisini endaliga tryggjaðu sær FM heitið, sum teir so at siga høvdu vunnið í Sandavági.
Harafturat vunnu Jallurin við dreingjum og Jarnbardur við kvinnum sínar kappingar á Ólavsøku. Jarnbardur við monnum endaði fyri sjeyndu ferð av sjey møguligum á bronsuplássinum.
Argja Róðrarfelag hevur seinastu árini átt í hvussu so er ein meistara. Undan Ólavsøkuni høvdu genturnar á Bliki góðan møguleika at vinna einasta meistaraheitið út á Argir. Tað eydnaðist ikki. Blikur endaði á fjórða plássi í ólavsøkuróðrinum og á øðrum plássi í FM kappingini.