Á knæ í køkinum

Vit skuldu niður dagineftir, og eg skilti ikki, hví John hevði latið seg í klædning, sum hann stóð har á køksgólvinum hjá mammu og pabba. Áðrenn eg fekk hugsað nógv meir, legði John seg niður á knæ, tók eina rósu og ein ring fram og spurdi, um eg vildi vera kona hansara. Tárini runnu eftir kjálkanum av mær, sum eg klemmaði hann og grátandi av gleði fekk stama eitt ja fram. Les her um hvussu Britt og John møttust, og hvussu John illa nokk hevði ráð at keypa Britt ein ring

Britt Nielsen og John Johansen eru bæði av Tvøroyri, men búsitandi í Keypmannahavn. Hon er 24 ára gomul og útlærd skræddari, meðan hann er 27 ára gamal og útlærdur kokkur. Eitt, sum sermerkir Britt og John, er, at trúgvin á Jesus hevur alt at siga fyri tey.

- Vit ynskja, at okkara hjúnarband skal vera merkt av gudsótta og okkara trúgv á Jesus, sigur John.


Møttust til ball

- Av tí at man er vaksin upp í somu bygd, so hava vit altíð vitað um hvørt annað. Men vit hava ongantíð ordiliga fylgst bæði vegna aldursmun, men mest tí vit hava havt hvør sín bólk av vinfólki, sigur Britt.

- Fyrstu ferð vit ordiliga tosaðu saman, var til eitt nýggjarsball á Tvøroyri fyri eini fimm árum síðani. Eg sá Britt sitandi í rúminum og valdi at bara seta meg við síðurnar av henni. Tað endaði so við, at vit prátaðu alt kvøldið, og seinni út á náttina fylgdust vit so til dans í TB høllini, sigur John.

- Tað, sum var eitt sindur løgið, var, at aftaná hetta ballið hoyrdu vit einki til hvørt annað. Ikki fyrr enn tvey ár seinni, heldur Britt flennandi fyri.


Møttust aftur - á møti

At ganga á dansi- og drykkistøðum er ein farin tíð hjá bæði Britt og John.

- Summarið 2009 var eg blivin lokkaður vestur á Zarepta. Eg ánaði ikki, hvat tað ordiliga var, og eg minnist, at eg fór vestur við timburmonnum eftir Jóansøkuna. Tað hendi ein broyting í mínum lívi tá, men avgerðina at blíva umvendur tók eg seinni tað summarið, sigur John.

2. jólakvøld 2010 er ein dagur, sum hevur ein heilt serligan týdning fyri Britt og John.

- Eg hevði havt tað eitt sindur ringt í eina tíð, og eg hevði tørv á hjálp. Tá høvdu mamma og pabba sagt, at Jesus kundi hjálpa mær undan øllum trupulleikum, so eg hugsaði, at hann skuldi fáa ein kjans, sigur Britt.

- Ein vinkona bjóðaði mær so niðan í Lívdina, har tað var eitt serligt ungdómsmøti, og eg fór. Tað føldist heilt øgiliga løgið, tí eg hevði aldrin verið á møti fyrr, sigur Britt.

- Tað var nokk so stuttligt, tí eg hevði sæð Britt á veg norður í Smyrli, men eg hugsaði ikki so nógv um tað. Eg væntaði bara, at hon fór til Havnar í býin. Tá eg so sá hana á møtinum, sá eg hana knappliga á heilt øðrvísi hátt, og byrjaði okkurt at tendra í mær longu har, sigur John smílandi.

- Eg sá eisini John, tá eg kom inn og valdi at seta meg beint framman fyri hann. Eg minnist, at tað fyrsta, eg hugsaði, var ’waw, hann er lekkur’, sigur Britt flennandi.

- Tá vit so prátaðu eftir møtið, føldist tað veruliga sum um, at vit altíð høvdu kenst, sigur John.


Búðu í hvør sínum landi

Áhugin hjá báðum pørtum fyri hvørjum øðrum var tendraður í Lívdini hetta kvøldið. Men har var ein stór forðing fyri, at nakað kundi útvikla seg.

- Vit búðu í hvør sínum landi. John arbeiddi í Keypmannahavn, meðan eg búði her í Føroyum, og tá jólaferian var av, fór John niðuraftur, sigur Britt.

- Eg visti, hvussu tað var at vera nýliga umvendur, so eg skrivaði Britt ofta boð, har eg spurdi hana, hvussu tað gekk við tí andaliga lívinum. Sjálvandi so vóru tað eisini kenslur lagdar í boðini, men fyrst og fremst ynskti eg at halda hond yvir hennara andaliga lív, sigur John.

- Hvørja ferð John skrivaði, bleiv eg glað og heit um hjartað. Men tankin um, at vit ikki búðu í sama landi, helt mær nokk so nógv frá at trúgva upp á tað, sigur Britt.


Boðini blivu meira kerlig

Skrivingin hjá Britt og John datt eitt skifti niðurfyri, áðrenn nakað løgið hendi.

- Eg veit ikki ordiliga hví, men vit góvust við at skriva saman. So ein dagin - umleið tríggjar mánaðir síðan seinast vit høvdu samskift - fekk eg slíka trongd at skriva til John. Meðan eg siti og bíði, til teldan er tendrað fyri at kunna skriva, hoyri eg, at telefonin bippar, sigur Britt flennandi.

- Ja, tá hevði eg eisini hugsað um Britt og valdi at skriva til hennara, sigur John.

Síðan tann dagin vant skrivingin hjá Britt og John bara meira og meira upp á seg.

- Tað bleiv títtari millum boðini, samstundis sum tey blivu meira kerlig, sigur John og flennur.

- Eg haldi, at man kann siga, at vit upp á tað tíðspunkt veruliga funnu útav, at vit vóru áhugað í hvørjum øðrum. John sendi mær eisini nógv andalig boð, og eg gjørdist ótrúliga góð við ta síðuna av honum, sigur Britt.


- Eg mussaði hana á munnin

Fjørsummar – hálvt ár aftaná at John og Britt høvdu møtst í Lívdini – skuldi Britt til Danmarkar at vitja eina vinkonu.

- Eg spurdi John, um eg kundi koma at vitja hann, um hann hevði tíð, sigur Britt.

Tað hevði hann. Hann stóð á Hovedbanagarðinum í Keypmannahavn og bíðaði eftir henni.

- Tá eg sá Britt, byrjaði eg glaður at ganga yvir móti henni. Hon klemmar meg, men eg velji at geva henni ein muss á kjálkan, sigur John smílandi og hyggur yvir á Britt.

- Á veg upp gjøgnum rullutrappurnar vendi eg mær við og kíndi kjálkan hjá John við peikifingrinum, sigur Britt.

- Og tann hendingin hevði ótrúliga nógv at siga fyri meg. Tá visti eg, at tað skuldi verða vit bæði, sigur John.

Britt og John fóru síðani heim til John, og har mundi Britt fingið sín lívs hvøkk.

- Vit gingu ikki saman hetta tíðspunktið. Men eg føldi meg so mikið tiltrektan, at eg fór yvir til hana og mussaði hana mitt á munnin, sigur John og smílist.

- Mussurin kom so óvæntað á meg, at eg bleiv fulkomiliga forvirrað – men samstundis lukkulig. Seinni tað kvøldið fór eg so yvir til John og mussaði hann. Frá tí løtu av gingu vit saman, sigur Britt og hyggur smílandi upp á komandi mann sín.


Á knæ í køkinum

John hevur arbeitt í Keypmannahavn sum kokkur. Fyrst í Etika, inntil tað mátti gevast. Síðandi gjørdist hann kokkur í Søllerød Kro, sum telist millum allarfínastu matstovur í Danmark og hevur eisini eina michelinstjørnu. Í november í fjør segði John upp.

- Mær dámdi øgiliga væl at arbeiða har, og eg lærdi eina rúgvu. Men eg arbeiddi alt, alt ov nógv, at eftir nakrar mánaðir segði eg upp. Uttan arbeiði og uttan pengar fór eg til Føroya í jólaferiu í fjør, sigur John.

Hóast John ikki hevði nógvar pengar, spældi tankin alla tíðina uppi í høvdinum at fáa Britt til konu.

- Eg visti bara ikki, hvussu eg skuldi gera. Eg bað mammu koma við mær til Vágs at hyggja eftir ringum, og har fann eg so ein ring, sum eg hevði ráð til, og sum eg keypti, sigur John glaður.

John gjørdi so alt klárt. Keypti eina rósu og spurdi enntá pápan um dóttrina. Eftir var bara at fríggja.

- Vit skuldu niður dagineftir, so eg var í gongd við at pakka. Knappliga rópar John meg út í køkin, og tá skilti eg ikki, hví John hevði latið seg í klædning, sum hann stóð har á køksgólvinum. Áðrenn eg fekk hugsað nógv meir, legði John seg niður á knæ, tók eina rósu og ein ring fram og spurdi, um eg vildi vera kona sín. Tárini runnu eftir kjálkanum av mær, sum eg klemmaði hann og grátandi av gleði fekk stama eitt ja fram, sigur Britt glað.


Seymar egnan brúðarkjóla

Britt og John verða vígd leygardagin 21. juli í Lívdini í Hoyvík. Veitslan verður hildin á Hotel Føroyum. Tað er ein heilt serlig orsøk, at veitslan verður júst har.

- Eg havi lært til kokk uppi á Hotel Føroyum, so eg vil gjarna nýta høvið til at vísa fólki mítt lív, sigur John og sipar til teir mongu brúdleypsdøgurðarnar, sum hann hevur staðið fyri.

Matarskráin verður toskur til forrætt, lambskjøt til høvuðsrætt og so desert.

Britt er útlærdur skræddari, so hon hevur sett sær fyri at seyma sín egnan brúðarkjóla.

- Í roynd og veru eri eg ordiliga væl nøgd við hann. Eg havi gjørt alt frá grundini av, bæði mynstur og seyming, sigur Britt, ið brúkti tríggjar dagar upp á at seyma kjólan.

- Eg havi ikki sæð hann enn, so tað eri eg øgiliga spentur uppá, sigur John brosandi.

Komandi brúðarparið hevur valt at leggja nógvan dent á tað andaliga.

- Tað verða einans andaligir sangir í heftinum. Men eg ivist ikki í, at tað verður stuttligt fyri tað, tí vit koma bæði tvey frá stuttligum og kreativum familjum, sigur Britt.

- Men satt at siga, hæddarpunktið og tað týdningarmiklasta er, at Britt hevur sagt ja til at vera mín kona. Restin er bara eitt stórt bonus, sum vit taka, sigur John smílandi.

Tá Britt og John fara niðuraftur, flyta tey inn í íbúðina hjá John, har teirra dagliga lív sum hjún veruliga byrjar.