Á knæ framman fyri operahúsið í Sidney

Petra E. Hansen og Morten Hust Petersen

Fyri fýra árum síðani varð fast millum kollafjarðardamuna Petru E. Hansen og Morten Hust Petersen úr Middelfart á gongugøtuni í Havn sjálva ólavsøkunátt.

Tann 28. mai 2006 tók Morten dik á seg uttan fyri operahúsið í Sidney og bað um hondina hjá Petru. Nú tey eru flutt saman í Kvívík, hava tey valt at gifta seg í kirkjuni har leygardagin 26. juli.

Aftaná verður veitsla fyri 65 gestum á Hotel Føroyum, har tríggir rættir verða á skránni, saman við drekkandi av øllum slag. Eisini sova tey á hotellinum hesa fyrstu náttina í heilagum hjúnalagi. Tey bæði vilja helst ikki avdúka, hvørjum klæðum tey verða í, annað enn, at tey ávikavist eru keypt í Danmark og leigað frá Brúðarlín.

Til veitsluna spælir Ragnar Nesstein blandaðan dansitónleik, og afturvið felagssanginum og undir brúðarvalsinum verða gittarspæl og harmonikutónar.

At tey valdu at giftast júst nú um ólavsøkutíð komst einamest av, at tá hava fólk frí, og so vænta tey eisini 23 gestir úr Danmark.


Blómur: Rósur

Litir: Ráhvítt og reytt