Ikki fyrr enn seinasta klumman varð lisin tann tann 29. mai avdúkaði útvarpið, at tað var Armgarð Arge, gudfrøðingur, sum starvast í Kringvarpinum, sum skrivað hevði.
Nú eru allar tær 31 stuttligu klummurnar komnar út í bók – og til hvørja klummu hevur Óli P, skemtiteknari hjá Sosialinum, gjørt stuttliga tekning.
Tað er Føroyaprent, sum hevur staðið fyri prentingini, og tað er felagið Saluto, sum gevur bókina út.
Bókin kom í bókabúðirnar í gjár.