Handan allar grundgevingar snýr ósemjan seg í veruleikanum um, hvønn leiklut átrúnaður skal hava í føroyskum politikki. Grundleggjandi snýr stríðið seg um sekularisering ella ikki. Øðrumegin standa tey, sum stríðast fyri, at kristindómurin framvegis kann vera grundarlag undir politiskum avgerðum. Hinumegin standa tey, sum vilja gera upp við kristindómsins leiklut í politiska lívinum og mótmæla, at Bíblian verður nýtt sum politiskt amboð. Tveir »blokkar«, tvær heimsmyndir, tvær visiónir. Tað er henda uppgerð, sum øsingin um §266b endurspeglar. Tað er henda ósemja, sum í veruleikanum skilir okkum!
Skrivi-, talu- og trúarfrælsið skal altíð virðast. Hinvegin er tað átaluvert, tá tingmenn agitera fyri einum bíbilskum samfelagsgrundarlagi. Tí hvussu kunnu vit hava eitt grundarlag ella felagsnevnara, sum allir borgarar ikki identifisera seg við, og sum »i sagens natur« skilir okkum sundur? Tað er jú munur á at krevja, at øll skulu undirleggja seg kristna læru, og so at krevja, at trúgvin skal vera eitt privat og persónligt mál, sum eingin skal noyðast inn undir! Henda meginregla er essensurin í vesturlendska nationalstatinum, eftir at myndugleikar í 17. øld loksins funnu útav – eftir drúgt blóðbað – at skilja sundur politikk og religión. Lat okkum halda fast um hesa meginreglu!









