Simona Weihe
-------
Mær dámar væl at hyggja at tíðindasendingum úr millum annað Danmark, Noreg og Onglandi, umframt sjálvsagt okkara egnu Dag og Viku. Men tá myndir frá kríggi, bumbuspeingingum og løstaðum menniskjum koma á skíggjan, má eg sløkkja. Orki ikki at fáa slíkar myndir á nethinnuna. Hetta er kanska sum hjá strutsinum … Men føli at har er onki, eg kann gera; tað er reint hjálparloysi. Takki tá Gudi fyri at vera so heppin at búgva í friðarligu norðureuropu.
Uttan at samanbera menniskju við dýr, so havi eg tað á sama hátt, tá víst verður frá høsnarunga verksmiðjum, minkahaldum og óhugnaligum djóraflutningum. Fyri meg er tað lættari at hoyra um hetta í einum útvarpi ella lesa um tað, og soleiðis sleppa undan at hava myndir av verjuleysum djórum fyri eygunum. Tí vit skulu vita um hetta, haldi eg. Mugu ikki góðtaka slíka djórapínslu.
Og tað eru øki, vit kunnu gera nakað við. Millum annað djóravernd. Vit kunnu keypa høsnarungar, sum hava hava havt eitt stutt, gott lív, egg frá hønum, sum framleiðarin er farin væl við. Krevja at kjøtvørur hava merking, sum sigur frá umstøðunum, dýrið hevur livað undir og, sum tað er dripið undir.
Haldi hetta er heilt natúrlig tankagongd hjá okkum føroyingum. Vit hava lógir, sum verja dýrini. Og vit hava reglur fyri, hvussu dýrini verða flutt og dripin. Hetta eru krøv vit seta okkum sjálvum. Hví skulu vit so ikki vænta og krevja tað av øðrum, sum vit á nógvum økjum samanbera okkum við?
Eg veit væl, at kostnaðurin av vørum, framleiddar við djóravernd í huga, er hægri. Men fleiri vit verða, sum seta hesi krøv, bíligari verða vørurnar.
_ _ _
Nú er hásummar. Pisurnar eru floygdar, lombini, gásarungarnir, svanaungarnir – øll hava vaksið seg stór og sterk. Tað er ein stuttleiki og eisini hjartanemandi at eygleiða íbornu eginleikarnar hjá ærnum, gæsnum og svanunum at verja og kela fyri sínum avkomi. Og at hoyra og síggja heiðafuglin gera alt fyri at leiða teg burtur frá reiðrinum. Øll hesi sleppa at brúka sínar viðføddu eginleikar.
Tey, sum hava seyð, gæs og onnur húsdjór, hjúkla um tey. Tað stutta lívið hjá til dømis lombunum og gásarungunum er gott. Okkara samfelag er framkomið viðvíkjandi djóravælferð. Tað haldi eg kann sigast utttan at gera ov nógv av.
So hóast vit nokk noyðast at góðtaka, at høsnarungafabrikkir og svínastallar ikki fara í søguna við tað fyrsta, so kunnu vit í handlunum gera okkara ávirkan á teirra liviumstøður. At skumpa undir, so at skerda lívið, hesir skapningar fáa í lut, alla tíðina verður betrað. Og soleiðis hjálpa til, so at sorgarsøgurnar um illa viðfarin djór í matvøruframleiðsluni verða færri og færri.