Klumman: Misbrúkta tolsemið

Simona Weihe
_______________



No shitt, Sherlock! Tað er skemtandi útsøgn, sum t.d. kann brúkast, tá onkur fortelur tær okkurt, sum er so sjálvsagt sum at tvey + tvey er = fýra.
 
Eg hugsi m.a. um, tá miðfloksmenn verða tráspurdir um teirra meining um ymisk etisk mál, hóast øll vita, hvørjum stevnuskráin hjá flokkinum stendur fyri. Tað tykist sum saklig viðgerð er ov keðilig, vit skulu heldur fáa undirhald: Hoyr og síggj, hvussu forstokkaðir teir eru! Tingmenn, sum snildisliga tosa uttanum, sleppa nógv lættari. Annaðhvørt manglar viljin ella evnini at fáa nakað veruligt burtur úr teimum. Tá situr tú ofta eftir við spurninginum: var hann ella hon bæði fyri og ímóti?
 
Eg haldi, at vit verða undirmett, um hildið verður at vit helst vilja verða undirhildin. Tað eru saklig og upplýsandi tíðindi og viðgerð, sum vit ynskja. Ikki popput tíðindi, sum tosa til tað grunna, sum vit øll óivað hava í okkum.
 
At eg nevndi Miðflokkin, er tí at hann er eitt slag av syndabukki. Men vit uppliva eisini, at onnur verða »gjørd« eitt sindur smalsporað á tann hátt, sum tey verða lýst. Tað kann líkjast happing, og síggja út sum tú vilt hevda teg við at niðurgera og stigmatisera. Tá fer fokus, og vit kunnu á ein sníkjandi hátt taka slíka lýsing ella hugburð til okkum. Puha sum tað er vandamikið...
 
At eg brúki etisk mál sum dømi, er tí at tað er júst tá, at vit viðhvørt uppliva mesta óetiska atburðin, og tá verður orðið tolsemi ofta misbrúkt. Tolsemi er ikki at siga annan vera trongskygdan. Tó er tað júst tað, vit uppliva, tá etisk mál eru til viðgerðar. Um tað ikki umfatar øll, so verður orðið innantómt. Harðastu viðmerkingarnar koma ikki frá teimum, sum eru ímóti t.d. liberaliseringum á etiska økinum. Tær koma frá teimum, sum vilja verða uppfatað sum tolsom. Og tað er ein andsøgn.

Fjákuta patenttøkan av tolseminum er eitt sindur troyttandi í longdini. Somuleiðis pástandirnir um at vera á rættastu etisku leið. Tú kanst so siga, at hetta hevur ikki stóran týdning og er lítið av miklum í alheims høpi. Men í okkara verð skapar tað gjáir. Og taðar jørðildið fyri happing.