Klumman: Jólagávur

Simona Weihe
-----

Minnast tit, hvussu tað var fyri nøkrum árum síðan at keypa eina jólagávu til onkran kæran uttanlands? Bundnaturriklæði, siðbundnar hosur, vøttur og troyggjur. Onki ilt um tað, men tað var so nøkulunda úrvalið! Jú, og so ikki at gloyma lundarnar á smásteinum og dukkurnar í tjóðbúnanum, sum vórðu seld sum minnislutir um Føroyar. Mintu onkursvegna um kiksaðu krússini við Margrethu drotning og prinsgemalinum málað á, sum tú kundi vinna í Tivoli í Keypmannahavn.

Í dag er úrvalið eitt heilt annað: Smúkkur, brúkslutir, pyntilutir, taskur, klæði – bundin ella seymað o.s.fr. Hugflogið er stórt og framleiðslurnar á hædd við einhvørja útlendska vøru, vit eru von við at keypa.

Ikki at gloyma bókaútgávurnar, sum eru bæði nógvar og fjølbroyttar. Tú finnur lætt til bøkur til einhvønn áhuga og til allar aldursbólkar.

Og tað er jú óført, tá mær dámar sera væl at keypa føðingardags- og jólagávur! Hugsi altíð nógv um, hvat hvør skal fáa. Finni eg føroyskt framleiddar vørur, er tað bara óført. Gleði meg longu til jólagávukeypið, sum tykist fara at vera hugaligari enn nakrantíð, tí úrvalið er so fjølbroytt.

So eg vænti, at í ár verður tað ikki bara vinkonan í Danmark, sum fær føroyskt framleidda gávu frá mær.

Og tit góðu handilsfólk: Seljið eisini gávukort. Havið tey klár, tí kundarnir tíma ikki at bíða eftir nøkrum sum helst.