Simona Weihe
--------------------
Dag og dagliga hoyrist, at nú er hasin stjórin settur í starv ella farin/koyrdur úr starvi. So er hann settur í annað stjórastarv. So gongur ein tíð, so er hann stjóri á tí triðja staðnum. Og arbeiðsplássini kunnu vera fullkomiliga ymisk. Henda stjóraringrás gongur so at siga bara fyri seg á almennum stovnum og í almennum partafeløgum.
Nógvar privatar fyritøkur hava stjórar, sum umframt viðkomandi útbúgving eisini hava drúgvar arbeiðsroyndir í fyritøkuni ella líknandi fyritøku.
Almennir stjórar fara ofta beinanvegin í gongd við bygnaðarbroytingar. Sjáldan hoyrist, hvussu tær hepnaðust, tí stjórin longu er farin víðari til næsta stjórasess. Haldi ikki man hoyrir so nógv um kollveltandi bygnaðarbroytingar í privatu fyritøkunum. Heldur útbyggingar ella niðurlaðingar.
Má spyrja, hví hesin munur á starvsleið man vera? Er tað ikki líka neyðugt hjá einum almennum stjóra at kenna sítt arbeiðspláss, sum tað er hjá tí privata? Ella eru heilt aðrar fortreytir galdandi? Haldi veruliga hetta eru áhugaverdir spurningar.
Á einum arbeiðsplássi hava vit øll ymiskar uppgávur. Hvør einasta uppgáva hevur eitt endamál, sum ymsu liðini skulu syrgja fyri verður fullført. Og so fært tú »produktið«, sum tað nú fyri tað mesta verður kallað, um tað so er eitt fryst flak, eitt útgjald ella hetta blaðið at bera út!
Fyri at fáa besta »produktið«, haldi eg, tað er ein treyt, at stjórin veit, hvat hvørt liðið ger. So er minni vandi fyri, at hann tekur skeivar avgerðir. Man tað ikki vera so? Og eru ivamál, so hevur tað nógv at siga at hava álit á, at stjórin veit, hvat hann ger. At hann brúkar sítt vald við skili.
Haldi hetta er eitt sera viðkomandi mál, tí vit eru so nógv, sum liva í hesum aftur-og-fram gerandisdegnum. Og nokkso troyttandi, at vit starvsfólk – sum í »Sangi um flyting«, sum Hanus Kamban yrkti og Kára P syngur – bara eru finnur í talvinum, um stjórar í blindum ovfarakæti og stórlætisørsku partú vilja sleppa at seta síni fingramerki á.
Nei, hatta var ikki pent hugsað. Men veruleikin er ikki altíð so penur. So tað man vera OK. Og kanska er ikki so galið statt hóast alt. Tí tað er ivaleyst nógv, eg ikki veit um. Til dømis um tað kanska finnist ein stjóraskúli?