Klumman: Far inn á Facebook og ...

Simona Weihe:
-------

Soleiðis ljóða innbjóðingar til bæði eitt og annað. Hvør skal siga: Tað skulu øll, sum hava áhuga fyri tí evninum, gera.

Men soleiðis er veruleikin ikki. Kenni og veit um nógv fólk, sum ikki eru á Facebook – fólk í øllum aldrum. Mær tykir tað vera positivt og sjálvstøðugt, tá vit taka so ymisliga ímóti. Í hesum førinum Facebook.

Tað er prógv um, at vit ikki gloypa øllum rátt. Fólk eru eisini so deiliga ymisk. Summi eru púra órørd av reality-bylgjuni, meðan onnur halda, at allir facebook-vinirnir skulu vera partur av teirra gerandisdegi.

Tað eru nógvar hentar síður við Facebook. Fólk kunnu stuðla og hjálpa við bæði einum og øðrum. Fylgja familju og vinum. Og á summum arbeiðsøkjum ein hentleiki. Men tað eru tey, sum klára seg á annan hátt.

Aftur til hesar áheitanir: Far inn á Facebook ... Er tað Jørgin á Norðasta Horni, sum bjóðar, so er tað í fínasta lagi. Men tað er ikki í fínasta lagi, tá »Góðan morgun, Føroyar« hjá Kringvarpinum ger tað. At avskriva ein part av kringvarpsgjaldarunum er forbiðið nasadjarvt. Víst er sendingin í tí lætta undirhaldsliga partinum, so tað er ikki verðsins endi fyri nakran. Kanska tí hava tey valt soleiðis. Men álvara ella gaman, øll eiga Kringvarpið.

Tað er heldur ikki soleiðis, at ikki ber til at hava fleiri møguleikar. Tað kundi til dømis verið ein heimasíða, sms-loysn ella okkurt annað. Tí tað skal vera atkomiligt hjá øllum – bæði facebook­brúkarum og ikki-facebookbrúkarum. Og ikki at gloyma tey, sum ikki brúka teldu. Kann á ein hátt samanberast við, tá vit krevja, at øll lættliga eiga at sleppa inn í almennar bygningar.

Umboðsmaðurin hevur havt fremstafingur á lofti móti nøkrum, eg haldi líkist einrættan í sambandi við Studna. Ikki tí hetta við hugnaliga »Góðan morgun, Føroyar« akkurát kann samanberast, so hómi eg tó ein paralell.

Hóast stórt nærlagni var lagt í lýsingarnar hjá Studna at gera tær so »átuligar« sum møguligt, vóru tað tó nøkur, sum ikki vildu hava »MínBoks«. So hetta kravið til allar brúkararnar varð slept, hóast tað tók sína tíð, til kravið frá umboðsmanninum til lýsingarnar varð fullført.

Eg haldi, at hesi dømi hava nakað keðiligt til felags. Hetta at skera øll yvir ein kamb. Tí tað er so ósjarmerandi og ófrættakent at krevja, at vit øll skulu ganga í takt. Annars haldi eg at ymisleiki er ein fyrimunur, tí hann gevur eitt fjølbroyttari samfelag. Og vinnulív og íverksetarar hava brúk fyri og biðja um fjølbroytni og nýhugsan.

Tað eru eisini aðrar og álvarsamari síður av einrættan. Men tað er ein onnur søga.