Simona Weihe
----
Fyri góðum tveimum vikum síðan var eg til fyrilestur í Norðurlandahúsinum, har danin Knud Romer, umframt at halda fyrilestur, vísti stuttan dokumentar-film, upptikin gjøgnum eitt ár í lívi hansara. Filmurin snúði seg um tíðina, faðir hansara fór á røktarheim, doyði og til barndómsheimið var lýst til sølu.
Tað neit at hjartanum at hoyra, hvussu hørð henda tíðin hevði verið fyri hann. Hjálparloysi hansara í sambandi við ymsar støður í tilgongdini. Hansara uppliving av, hvussu illa vælferðarsamfelagið tók ímóti gamla, dementa pápanum, tá hann eftir langt arbeiðslív hevði brúk fyri tí.
Romer vildi vera við, at í dagsins vælferðarsamfelag verða tey, sum ikki eru produktiv, í hesum føri gomul og óhjálpin, niðurraðfest. At nakað er um tað, síggja vit best, tá tað altíð stendur á at játta peningin, ið krevst til at reka hetta økið. Tí hoyra vit av og á um gomul, sum ikki hava tað gott, tí lívskorini ikki eru nøktandi.
Nýggja áhugafelagið »Tign« skipaði fyri hetta kvøldið í Norðurlandahúsinum. Tign arbeiðir fyri áhugamálum hjá gomlum og óhjálpnum. Umframt Tign hava vit eisini pensjónistafeløgini og Landsfelag pensjónista, sum seinastu tíðina veruliga eru farin at gera vart við teirra viðurskifti og áhugamál. Og hvør er betri enn tey at gera tað?
Ígjøgnum lívið eru vit øll ymisk. Velja ymsar mátar at skipa okkara gerandisdag. Harafturímóti hava tilboðini til gomul verið rættiliga einsháttað. Men nú er tað tíbetur, sum røring er komin í. Vit ynskja fjølbroytni á hesum øki eisini. So er at spyrja brúkaran, hvat hann ynskir og raðfesta hareftir.
Er skipanin góð og fjølbroytt, so kunnu næstringarnir njóta dýrabæru tíðina saman við teimum gomlu. Ikki lata hana fara til spillis við at stríðast við myndugleikar.
Tí ongin eigur at sita eftir við hasi ræðuligu kensluni, sum fyrilesarin Knud Romer sat eftir við: At vita, at seinastu mánaðirnir í lívinum hjá dementa pápanum ikki vóru góðir. Slíkt eigur ikki at koma fyri.
Tá tað snýr seg um gomul, veik og óhjálpin, so eigur tað ikki at vera nakað, sum eitur discount-loysnir. Vit eru líka so ymisk, tá vit eru gomul, sum vit eru frá fyrsta degi. Og skulu eisini hava møguleikar at velja eftir tørvi og áhuga, hvussu okkara seinastu ár skulu vera.
Vit, sum hava havt ta gleði at hava kunnað verið um okkara gomlu foreldur, vita, hvussu ómetaliga virðismikil og gevandi hendan tíðin er. Tann serliga nærveran, sum tú minnist afturá við gleði. Tað góða prátið um alt møguligt. Og gott at vita, at tú kundi gleða, hjálpa og lætta um seinastu árini. Ógloymandi, gevandi og kærleiksfullar løtur. Tíbetur eru hetta eisini royndirnar hjá nógvum, helst teimum flestu.
Tað er tá viðurskiftini ikki eru í lagi, at vit hoyra um tey. Og soleiðis skal tað vera, tí tað skulu vit hoyra um.
Veit ikki um nøkur dagførd hagtøl fyri, hvussu nógv fáa brúk fyri ellis- og røktarheimi. Men fyri nøkrum árum síðan vóru tað umleið átta prosent í skandinavisku londunum. Helst er talið nakað tað sama hjá okkum. Tey allarflestu verða búgvandi heima. Til tey eru nógv mennandi og fyribyrjandi tilboð, til dømis Tilhaldið í Tórsgøtu í Havn. Nógv tiltøk eru eisini kring landið. Og verður heimahjálpin høgt raðfest, heldur enn niðurlagað, sum hon tykist hava verið seinastu árini, so hevði tað heilt vist verið eitt stig á rætta leið.
-----
simona@sosialurin.fo










