Hurráaa vit eru boðin í veitslu. Ein ordiliga eina av slagnum. Í bygdarhúsi við sangheftum, kókikonu, plastikstólum og tað heila. Hilla-di-hey og hopsassa!
So skal frúan oman aftur í Brúksina at keypa sórnar sokkabuksir, sum glinsa og halda øllum innanborða. So hon verður ein ordilig sild hesa náttina við sildasalat og sildavalsi til tann stóra papptallerkin.
Og vit finna eina gávu, sum hóskar akkurtát til móttakaran – ein fýrakantaðan pengaseðil í einum hvítum brævbjálva. Genialt!
Og allar yvir 40 fara til somu frisør, so allar verða líka: stutt, svart við løgnum frunti og klimateriureyðum refleksum. Soo fínt!
Og fara upp á Nupo, tí tað bér also til at tapa seg 2½ kilo upp á pulvur í eina viku – man skal baaara drekka massar av vatni eisini. So passa vit kanska tjóðarbúnan eina veitslu afturat. Onki problem!
Og kroysta okkum niður í sórnar undirbuksir, sum stramma búkin inn og reyvina upp og út. Ordiliga sputnikk!
Og eta onki tann dagin, ballið skal standa, og vit svíma út á seinnapartin, men drekka bara meira vatn. Huff!
Og fara til sól sama dag og gloyma skeltið við "nýggj rør". Russari!
Og vilja so bjarga teintinum við sjálvbrúnara, og enda sum ein flekkutt súgv. Kiksað!
Og sjálvandi ein nývaknaðan bums mitt á pannuna. Plettskot!
Og keypa nýggjar skógvar, sum eri sooo penir, men áttu at verið gingnir til í nakrar vikur. Av!
Og punktum verður sett við einum svalligum sjussi, meðan lebastiftin knekkar, lummaullin verður rist úr selskapstaskuni og neglalakkið turkað undir einum hysteriskum fønara.
So er daman í galla og fjong ... og klár at blaka seg í song!