Hann situr upp á áskoðaraplássunum. Ella hann stendur, tí hann klárar sjáldan at sita niðri. Atletico Madrid hevur júst skorað til 2-0 móti Maresille í Europa League finaluni. Enn eina ferð hevur Diego Simeone framt eitt bragd við Atletico Madrid. Liðið vinnur Europa League fyri aðru ferð við argentinska venjaranum, og endar frammanfyri Real Madrid í La Liga.
UEFA hevur givið honum bann í fýra dystir, eftir at hann bleiv í øðini í fyrru hálvfinaluni, tá Atletico Madrid fær Sime Vrsaljko útvístan longu aftaná tíggju minuttir. UEFA spardi ikki upp á krútið, men revsaði Diego Simeone hart. Hann veipar við ørmunum, hópar hart og helst er málburðurin ikki altíð so penur, men pínadoyð, sum hann fær nógv burturúr Atletico Madrid.
Síðani hann í 2011 tók við sum venjari hjá teimum reyðu og hvítu, hevur felagið vunnið La Liga eina ferð, tvær ferðir Europa League og tvær ferðir hevur liðið verið í Champions League finaluni. Báðu ferðirnar taptu teir tepurt fyri Real Madrid.
Størsta einstaka bragdið er spanska meistaraheitið í 2014, tá liðið eisini kom í Champions League finaluna. Í sjálvari finaluni var Atletico Madrid á odda líka til 93 minuttir vóru spældir, men endaði við at missa luftina í longdu leiktíðini.
Eftirfylgjandi atkvøddi eg fyri Diego Simeone sum ársins venjara til FIFA Ballon d’Or 2014. Hóast hann hevði megnað at fingið ræðið á sponsku landskappingini, frammanfyri Real Madrid og FC Barcelona, og var ein minutt frá at vinna Champions League, so endaði hann á triðja plássi aftanfyri Joachim Low (Týskland) og Carlo Ancelotti (Real Madrid).
Eg kann keypa Joachim Low, ið vann HM við Týsklandi sama árið, men ikki Carlo Ancelotti, tá hugsað verður um munin á fortreytunum hjá honum í Real Madrid, og Diego Simeone í Atletico Madrid.
Atletico Madrid spælir ikki spennandi álopsfótbólt, sum vit annars kunnu finna upp á at eftirlýsa í føroyskum fótbólti her á ítróttarredaktiónini. Tí er tað eitt sindur dupult moralskt, tá eg so nú hálovi Diego Simeone fyri sítt arbeiði í Ateltico Madrid, tí talan er um verjukendan, men ágrýtnan kontrafótbólt.
Oftani vinna teir smalar sigrar í mun til eitt nú FC Barcelona og Real Madrid. Hartil stendur liðið mangan langt afturi á vøllinum, og ger tað torført fyri mótstøðuliðini. Tað er júst tað mótsatta, sum eitt nú Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, fær kreditt fyri at gera.
Vit skulu eisini halda eyguni eftir venjarunum, tá teir ikki uppføra seg ordiligt. Teir eru jú fyrimyndir hjá teimum ungu – og so framvegis. Men alíkavæl, so havi eg hug at siga, at eg dyrki Diego Simeone og arbeiðið, sum hann ger í Atletico Madrid.
Tað er eitt ella annað við leiklutinum sum underdog í mun til risarnar, sum ger, at tað er lættari at halda nógv av Diego Simeone og hansara arbeiði, enn tað sum eitt nú José Mourinho ger í Manchester United í løtuni.
Diego Simeone passar ikki inn í ímyndina av stílreina venjaranum, men eg haldi vit hava brúk fyri fleiri av hansara slag. Vit hava brúk fyri fólki, sum bjóða teimum stóru av – og sum gera tingini upp á sín máta.
Tað havi eg virðing fyri, tá tað kemur til Diego Simeone – og so kann UEFA senda hann upp á áskoðaraplássini so oftani og leingi sum teir vilja!
Tróndur Arge