Klumma: Nú mugu vit stuðla!

Nøkur orð undan dystinum móti Andorra

Í dag er ein tann týdningarmiklasti dagurin í nýggjari landsliðssøgu. Vit taka á heimavølli móti Andorra. Vit hava ikki verið favorittar til ein undankappingardyst síðani 2004, tá Luksemborg ein regnavátan dag vitjaði á Svangaskarði.

 

Tá vunnu vit 1-0 við einum brotssparki, sum Jens Kristian Hansen skoraði, eftir at John Petersen bleiv feldur. Áskoðararnir væntaðu eisini ein sigur, men vit skulu heilt aftur til 1995, fyri at finna ein trivaligan sigur á heimavølli í altjóða fótbólti. Tað var móti San Marino, tá vit vunnu 3-0. Jens Kristian Hansen, Julian Johnsson og Jens Erik Rasmussen skoraðu málini.

 

Brúk fyri tínum stuðli

Dreingirnir hava brúk fyri øllum tí stuðli, sum teir kunnu fáa, men tað er týdningarmikið at stuðulin er treytaleysur, tá tað kemur til úrslitið. Vit mugu stuðla líka mikið hvussu gongur. Sjálvandi er ein treyt, at okkara spælarar geva alt teir eiga, men Føroyar eru ikki risafavorittar í morgin. Vit eru bara favorittar.

 

Veddingarfyritøkurnar meta at Føroyar er eins stórur favorittur, sum eitt vanligt topplið er móti einum liðið í miðjuni ella eitt sindur longur niðri á stigatalvuni. Vit eru favorittar, men talan verður ikki um ein lættan sigur.

 

Mangan vinna tey stóru ikki fyrr enn seinastu minuttirnar, tí skulu vit eisini lata okkara spæla bóltin runt og leita eftir røttu loysnini, heldur enn at ótolnast. Dysturin verður ikki vunnin í fyrra hálvleiki, og kanska heldur ikki fyrr enn seinasta partin av seinna hálvleiki. Tá skulu okkara spælarar framvegis hava sjálvsálit og dirvið til at avgera ein fótbóltsdyst, sum vit eru favorittar at vinna. Tað hevur at kalla ongin av hesum spælarunum roynt í landsliðshøpi.

 

Síggja upp til okkum

- Tað var sum allar planeturnar stóðu í beinari linju og alt bar til. Vit spældu væl og teir spældu illa, sigur Albert Canes, tíðindamaður úr Andorra, tá eg spurdi hann um sigurin á Ungarn herfyri.

 

Í Andorra trúgva tey ikki nógv upp á landsliðið, men handan dagin riggaði alt. Tað kann eisini henda í dag og tað mugu vit tola. Annars hava vit ongan kjans at basa teimum. Vit mugu eisini tola at koma afturum, um tað skuldi hent.

 

- Eg vildi ynskt, at Tórsvøllur lá í Andorra. Tit hava frálíkar umstøður her og við vøllunum, sum liggja við síðuna av.

 

Orðini eigur 37 ára gamli Ildefons Lima, sum er liðskipari hjá Andorra. Hann er ein illa lýddur harri í Føroyum, eftir at hann gav Jóan Símun Edmundsson albogan í fyrra dystinum. Hann sær upp til okkum, tí skal orka ikki brúkast upp á ýla eftir honum. Vit skulu tola leikluntin sum tann stóri í dag – og stuðla landsliðnum hjá okkum við øllum tí sum vit eiga. At teir so fáa av grovfíluni, tá teir drála er ein onnur søga. Tað hoyrir við til ein fótbóltsdyst.

 

Okkara vilja

Eg havi seinastu árini fylgt landsliðnum tætt og kann uttan nakað ivamál staðfesta, at allir á landsliðnum vilja tað. Teir vilja vinna, stríðast fyri liðnum, troyggjuni og fólkinum, men teir blíva ávirkaðir av negativiteti.

 

Tí er mín áheitan til føroysku viðhaldsfólkini í dag, at stuðla landsliðnum við øllum sum tit eiga á Tórsvølli í dag. Møti tíggju minuttir fyrr (Jaja, eg veit at hatta skal ikki koma frá mær), far í eina hvíta troyggju ella landsliðstroyggju, rópa eitt sindur harðari, syng við tá Skansin leggur fyri, og skelda eitt sindur minni.

 

Tá fimm túsund fólk í felag velja at verða positiv og stuðla landsliðnum, so er næstan ikki mark fyri hvat vit kunnu. Spyr bara grikkar. Vit settu áskoðara met í 1997, tá vit vunnu á Malta á Svangaskarði. Eg havi viðheft brot frá dystinum (trýst á pílin á myndini) og legg merki til hvussu góður stemningurin er.

 

Kom øll og gera dagin í dag serligan fyri føroyska fótbóltslandsliðið – so fáa vit heilt víst eina gávu afturfyri!

 

Føroyar framá!

Tróndur Arge, ítróttarredaktørur í Miðlahúsinum