Klumma: Hækkið úrvalsstuðulin

Klumman í Sosialinum mánadagin 23. juni

Avrikini, sum Pál og Guðmundur støðugt vísa, staðfesta púrasta greitt, at hægri úrvalsstuðul er ein gongd leið hjá føroyskum ítrótti

 

Fáment sum vit eru, so er tað kortini so, at vit av og á fostra onkran einstakling, sum hevur evnini, viljan og áræðið til at kappast millum tey fremst í heiminum.

 

Tvey teirra vóru aftur í altjóða eldinum í farnu viku, og enn eina ferð vórðu vit mint á, at smáu Føroyar eisini megna at skapa ítróttafólk, sum teljast millum tey bestu. Pál og Guðmundur Joensen eru helst fremstu dømi okkara um, at tað ber til, men vit eiga eisini hópin av øðrum einstaklingum, sum bjóða heiminum av.

 

Tað var tiltrongt, tá landsstýrið fyri nøkrum árum síðani fann hálva millión, sum kundi brúkast til úrvalsstuðul. Ein upphædd, sum nú er hækkað í 800.000 kr.

 

Einki er at ivast í, at føroyskur ítróttur er fegin um teir møguleikar, sum slíkur stuðul ber við sær. Men tað er eins lítið at ivast í, at játtanin bæði átti og skuldi verið fleirfaldað. Kanska hóskandi við einum nullið afturat.

 

Trupulleikarnir í avmarkaðu puljuni, sum vit nú hava at arbeiða við, eru tvinnir – um enn teir eisini eru partvíst positivir. Fyrst og fremst, so er tað kostnaðarmikið at taka lut í úrvalsítrótti, og tí kunun teir báðir omanfyri nevndu – uttan at talan á nakran hátt er um luksus-vanar – brúka alla puljuna.

 

Hartil er tað vónandi so, at úrslitini hjá fremstu íðkarum okkara eggja øðrum at satsa eins nógv. Men tá er skjótt, at alt verður heldur smábýtt, ella eisini standa vit í teirri støðu, at vit hava fólk, sum hava evni, viljan og áræði, men sum ikki hava ráð at kappast móti teimum bestu. Og tá verður tað samlaða føroyska samfelagið, sum verður stóri taparin.

 

Klumma

Jákup Mørk

Sosialurin

23. juni 2014